Einasta lønin er gleðin

– Mín drívmegi hesi árini hevur verið, at eg havi følt, at eg havi havt nakað at givið hesum felagsskapinum, sum hevur givið mær so nógv. Um eg ikki endiliga geri mun, eri eg kanska við til at gera ein mun, sigur Petur Elias Petersen, sum nú er ÍSF-forseti, men líka síðani á ungum árum hevur verið virkin í nevndararbeiði og ítróttarumsiting

– Uttan eitt gott bakland og forstáilsi frá heimafront_
inum, so bar hetta slett ikki til. Ein stórur partur av bæði vanligu frítíðini og øllum ferium fer til hetta, og tí hevur tað alt at siga, at restin av húskinum bakkar upp. Og har má eg siga, at Inna og døturnar hava verið fantastiskar.
Tað sigur Petur Elias Petersen, sum hevur verið for­seti í Ítróttasambandi Før­oya síðani 2010, men hevur sitið í starvsnevndini har líka síðani 1995, umframt at vera felagsmaður burturav, tí hann – eisini í øðrum enn ítróttararbeiði – millum ár og dag hevur røkt eina rúgvu av ymsum álitissessum í fel­øg­um og felagsskapum.
– Tað er ikki óvanligt, at fólk halda, at tað er eitt lønt arbeiði at vera forseti í ÍSF, men tað er tað jú ikki. Eg plagi at siga, at upp á sama máta sum onnur eru venjarar ella nevnd­ar­limir, eru eg jú tað eisini. Her brúki eg mína tíð til nevndararbeiði og ann­að líknandi, so tað er ikki øðr­vísi enn hjá øllum øðrum, sum gera eitt ólønt arbeiði innan ítróttin kring landið, sigur Petur Elias, sum við ein­um feskum dømi vísir á, at fólk flest munnu halda, at hann situr í løntum starvi hjá ÍSF.
– Nú ein dagin, vit vóru í Sandoynni við Tryggingar­felagnum Føroyar, bleiv eg spurdur, um eg var við, tí konan arbeiddi har. Tá eg so svaraði, at eg sjálvur arbeiddi har, ásannaði tann, sum spurdi, at hann helt meg vera í fullum og løntum starvi í ÍSF. Og eg havi varhugan av, at fleiri eisini halda tað, men hetta er altso bara eitt ólønt frítíðararbeiði, sum so nógv annað. Nei, her er eing­in forsetaløn, annað enn gleðin um tað, sum lukkast og gongur væl.

Sum forfedrarnir
Petur Elias Petersen er fødd­ur og uppvaksin í Sandavági, har hann sum hini børnini spældi fótbólt og hondbólt og róði kapp. Men tað var nokk so skjótt greitt, at hansara styrki var umsitingarligi part­urin, og tí endaði hann við at ganga í fótasporunum hjá for­fedr­unum.
– Abbi mín var SÍF-for­mað­ur og pápi mín hevur eis­ini verið har, so tað hev­ur ligið í ættini at vera felags­fólk, og soleiðis er tað eisini hjá mær. Eg kom ungur upp í nevndina í SÍF í 1979, har eg varð sitandi til 1990, harav í fimm ár sum formaður í fót­bóltsnevndini hjá felagnum, greiðir hann frá.
– So bleiv tað meira til arbeiði í sersambondunum, tí eg var formaður í dómara­nevndini í Hond­bólts­sam­band­inum í fimm ár, um­framt at eg var nevndar­lim­­ur í Róðrar­sambandinum frá 1995 til 2003, harav for­maður í kapp­ingar­nevnd­ini í fimm ár. Og so var eg eisini liðleiðari hjá fótbólts­lands­liðnum í níggju ár, har tað mær bókstaviliga frá sjálvari síðulinjuni untist at uppliva nógvar av fyrstu dystunum hjá Føroyum í altjóða kapp­ing.
Somuleiðis hevur Petur Elias verið virkin í Oyggja­leika­nevndini, har hann kom uppí í 1996, og saman við Sofusi D. Johannesen, Katrin Joensen og øðrum hevur hann staðið fyri føroysku lut­tøkuni øll hesi árini. Nú er so Oyggjaleikanevndin, Olympiska nevndin og starvs­nevndin eitt og tað sama, so har stendur sanda­vágs­maðurin framvegis á odda.
Tá John Kjær í 1995 legði frá sær sum skrivari í ÍSF, kom valið um eftirmannin at standa millum Petur Elias Petersen og Schandorff Vang, og tað endaði við, at Petur Elias dró longra stráið og kom upp í ovastu leiðslu í ÍSF tann vegin. Og tá so Sverre Midjord fór frá sum vara­forseti í ÍSF, bleiv Petur Elias valdur í tann sessin, til hann í 2010 tók við sum forseti, tá Sølvi R. Hansen mátti trekkja seg, tí hann var blivin formaður í NSÍ.
– Soleiðis hevur tað verið ein spakulig gongd uppeftir ígjøgnum skipanina, har eg havi havt møguleika at roynt ymisk álitisstørv í ymisk­um høpi, so eg kenni til eitt sindur av hvørjum av tí, sum verður gjørt og sum hendir runt um í føroyska ítróttar­heiminum, heldur Petur Elias.
– Tað hevur verið mær ein góður førningur, nú eg hesi seinnu árini havi røkt ovasta sessin í føroyskum ítrótti.

Vil geva nakað aftur
Sum við so nógvum øðrum virksemi, so eru tað summi, ið eru virkin upp á ein máta og onnur upp á ein annan máta, men brúk er fyri øll­um, skal heildin fáast at virka. Og soleiðis er eisini við hesum ítróttarliga frítíðar­arbeið­inum, Petur Elias Petersen er og hevur verið partur av.
– Tað, sum hevur verið mín drívmegi hesi árini, hev­ur verið, at eg havi følt, at eg havi havt nakað at givið felagsskapinum, sum hevur givið mær so nógv. Og eg haldi eisini, at tað hevur ging­ið hampuligt, tí eg havi havt gott samstarv við nógv fólk, samstundis sum familjan eisini hevur verið við upp á tað. Tí havi eg følt, at eg havi kunnað verið við, og um eg ikki endiliga geri mun, so eri eg kanska við til at gera ein mun, sigur hann.
– Líka so væl, sum hetta kann vera strævið og tungt, so haldi eg eisini, at nakað av tí, ið er lokkandi við at vera virkin í ítróttararbeiðinum er, at talan er um sjálvboðið arbeiði, sum drívur verkið, og at eg møti glaðum fólkum, sum eru virkin og fús til at taka eina hond í, har brúk er fyri tíð. Sjálvandi gongur ikki altíð sum ætlað, men tað eru so nógv stuttlig ting á veg­num, at tað er heilt fan­tast­iskt at vera partur av hesum felags­skapinum og at síggja, hvussu fólk kunnu hava tað gott saman.
Petur Elias vísir á, at ítrótt­urin er eitt gott og fjøl­broytt tilboð, og at talan er um eina støðuga tilgongd. Ítróttar­greinar leggjast aftrat, og hjá teimum, sum eru við, er gald­andi, at summar greinar blóma, meðan aðrar kanska ikki eru so virknar, men at hetta er ein skiftandi gongd, sum alla tíðina er, og tað at tað ikki er øðrvísi enn við øðrum viður­skiftum, har tað viðhvørt gong­ur væl og viðhvørt minni væl.

– Vit skulu bara minnast til, at vit eru við til at skapa karm­arnar, so børnini, ung­dómurin og tey vaksnu hava nakað felags at ganga uppí. Og um vit geva teimum ungu gularøtur allan vegin, har tað hægsta má vera at sleppa á eitt landslið og at umboða landið, so eru vit partur av nøkrum, sum altíð vil vera størri, enn vit sjálv eru, sigur ÍSF-forsetin.

Einki grenj
Tá vit spyrja Petur Elias Petersen, hvat er størsta broyt­ingin hesi árini, hann hevur verið virkin á ovastu rók í føroyskum ítrótti, er hann skjótur at vísa á veddingarpengarnar, sum komu, eftir at ÍSF og Danske Spil høvdu gjørt sáttmála í 1998.
– Tað er so í øllum førum nógv tann størsta broytingin, tá vit tosa um fíggjarligu karmarnar hjá ítróttinum, tí við eitt tvífaldaðust inn­tøk­ur­nar og harvið møgu­leik­ar­nir fyri virksemi. Eisini hev­ur tað givið okkum í ÍSF møgu­leika fyri at styrkja um­sit­ingina, so vit hava fingið sett førleikamenning á breddan. Vit hava í dag tveir ítróttarráðgevar í starvi, so vit kunnu skipa fyri nógvum tiltøkum og skeiðum, ið koma felagsarbeiðinum kring land­ið væl við, sigur hann.
– Eitt annað, ið hevur nógv at siga, er at hallar- og vallar­viðurskiftini eru batn­að síðstu nógvu árini. Og vónandi verða hesi viður­skifti uppaftur betri, so tørv­urin verður nøktaður, tí eru karm­arnir ikki har, kunnu vit ikki vaksa. Ítróttur er soleiðis, at uttan karmar er einki, tí hava karmarnir snøgt sagt alt at siga, so vit hava eina støðuga menn­ing.
Petur Elias Petersen vísir á, at tá hyggjast skal frameftir, so er ein stór avbjóðing alla tíðina at fáa fólk til at taka sær av teimum ungu, at skapa karmar og fortreytir fyri virk­semi, og har fegnast hann um, at ÍSF við venjara­skeiðunum 1 og 2 hevur givið venjarum betri førleikar, tí ikki færri enn einir 300 venj­arar hava longu ver­ið ígjøgnum hesa skip­anina.

Rørsla fyri øll
– Eitt øki, vit eiga at styrkja, so hvørt sum brúk er fyri tí, er doping­fyribyrgjandi ar­beiðið. Har eru vit so mikið væl fyri, at vit fáa her í Føroyum tikið lut­fals­liga líka nógvar doping­royndir sum grannalond okkara, men vit eiga fram­vegis at leggja sera stóran dent á at upp­lýsa um vandan við tí. Enn hevur eingin posi­tiv doping­roynd verið, og tað kunnu vit fegn­ast um, men skulu vit halda føroyskan ítrótt reinan, er neyð­ugt við upp­lýs­ing og aftur upp­lýsing, sigur hann.
– Akkurát hetta við doping­ini er sjálv­andi aktu­elt júst nú, men tað er eitt støð­ugt arbeiði, ið má gerast, og her vildi eg ynskt, at vit kundu styrkt lógar­grundar­lagið. Til dømis hava tey niðri ta skipan, at venjingar­mið­støðir fáa ein súran »smiley«, um tær ikki eru undir eftirliti og við uppá, at tær javnan kunnu fáa vitjan av dopingeftirliti. Eina slíka lóg kundu vit saktans eisini havt í Føroyum, so vit eisini á tí økinum kundu arbeitt fram ímóti, at allur ítróttur í Føroyum var reinur.
Ein framtíðardreymur hjá ÍSF-forsetanum er at fáa meira samstarv millum ítrótt og skúla, og her hugsar hann serliga um, at ítróttur og rørsla skal verða ein partur av skúla­degnum hvønn dag.
– Royndir uttanlands vísa støðugt á, hvussu stór­an týdning daglig rørsla hevur á innlæringina hjá skúla­børnum. Kunnu vit fáa skúlar og ítróttarfeløg at sam­virka um at eitt dagligt rørslu­tilboð til øll skúlabørn, so ber til at gera enn fleiri børn og ung likamsvirkin. Tað kemur eisini at galda tey, sum annars ikki eru við í skipaðum ítrótti ella ikki røra seg stór­vegis uttan fyri skúlatíð. So rørsla ein tíma um dagin fyri øll vildi verið eitt gott mál hjá okkum øllum at sett sær, sigur Petur Elias Petersen.