Myndin er tikin umleið 60.000 kilometrar frá Jørðini, upplýsir Danmarks Tekniske Universitet (DTU).
Kamerað er fest á annan av tveimum fylgisveinum í Proba-3-rúmdarverkætlanini, har DTU Space hevur latið útgerð.
Á myndini sæst Jørðin høgrumegin, meðan hin fylgisveinurin sæst vinstrumegin, umleið 160 kilometrar frá myndatólinum.
Fleiri evropeisk lond eru í hesum døgum rakt av hitabylgju, har miðalhitin hesa vikuna hevur ligið nær við 30 stigum. Eisini í Danmark hevur veðurstovan DMI sent út ávaring um hitabylgju frá fríggjadegnum.










