LÍV tekur seg úr Globe Tracker og sendir stjóran til hús

Fráfaringaravtala gjørd við stjóran í LÍV-samtakinum, og tilgongdin at finna nýggjan stjóra fer í gongd

LÍV-samtakið hevur tikið avgerð um at taka seg úr fyritøkini, Globe Tracker ApS. Fyritøkan hevur ligið í fíggjarliga tungum sjógvi seinastu árini, og royndirnar at styrkja marknaðarstøðuna hava tíverri ikki eydnast nøktandi, metir LÍV-samtakið.

 

Globe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum.

 

Tó at skipanirnar hjá Globe Tracker hava dygdir fram um aðrar líknandi skipanir á marknaðinum, hevur felagið koyrt tungt fíggjarliga og hevur havt fleiri ár við halli. Tøkniligar avbjóðingar hava ávirkað søluna og álitið hjá kundunum munandi.

 

LÍV-samtakið hevur nú gjørt av ikki at seta fleiri pengar í felagið.

 

Dagførdur íløgupolitikkur

 

LÍV-samtakið gjørdi fyrstu íløguna í Globe Tracker í 2013. P/F Tryggingarfelagið LÍV hevur sett tilsamans 84,9 mió. kr. í felagið, meðan upphæddin hjá P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag er 89 mió. kr.

 

LÍV-samtakið hevur dagført sín íløgupolitikk, har ásett er, at felagið ikki ger íløgur í slíkar verkætlanir, sum liggja í sama íløgubólki sum Globe Tracker. LÍV-samtakið hevur ikki aðrar líknandi íløgur.

 

Samlaðu íløgurnar hjá Tryggingarfelagnum LÍV eru slakar 5 mia. kr. Nú samstarvið við Globe Tracker steðgaði, var íløgan bókað til 29,9 mió. DKK, svarandi til 0,61% av samlaðu íløguognunum.

 

Felagið harmast vegna tryggingartakararnar um mista peningin, og at hendan íløgan ikki bar á mál.

 

Fráfaringaravtala

 

Samstundis sum avgerð er tikin um ikki at seta fleiri pengar í Globe Tracker, er fráfaringaravtala gjørd við stjóran í LÍV-samtakinum, Jan Jakobsen.

 

– Hesi 14 árini, Jan Jakobsen hevur verið stjóri í LÍV-samtakinum, hevur hann lagt eitt stórt arbeiði eftir seg, og vit eru sera takksom fyri hansara góða íkast. Nú er tíðin komin, at ein nýggjur stjóri førir LÍV-samtakið víðari fram á leið, sigur Árni Ellefsen, nevndarformaður í P/F Tryggingarfelagnum LÍV.

 

Tilgongdin at finna nýggjan stjóra fer í gongd í næstum, og starvið verður lýst leyst alment. Jan Jakobsen hevur játtað at røkja stjórasessin, til nýggjur stjóri er settur.