Eingin fer at stríðast hernaðarliga móti USA um Grønland

- Skal USA tryggja arktiska økið og verja Nato-áhugamál, er greitt, at Grønland eigur at verða ein partur av USA, sigur varastápsleiðarin í Hvitu Húsunum

Stephen Miller úttalaði seg til tíðindafólk við Hvítu Húsini í Washington í gjár, og tað er CNN, sum endurgevur. 

 

Maðurin er ikki hvør sum helst, tí hann er nevniliga varastápsleiðari í Hvítu Húsunum, og útsagnirnar hjá honum eru eisini endurgivnar á heimasíðuni hjá Sermitsiaq í Grønlandi.

 

Stephen Miller heldur ikki, at tað verður neyðugt við einari hernaðarligari atgerð móti Grønlandi, og hetta sigur hann, tá CNN spyr, um ein hernaðarlig atgerð móti landinum er útilokað.

 

- Talan verður ikki um eina hernaðarliga atgerð móti Grønlandi. 

 

Varastápsleiðarin sigur, at í Grønlandi búgva 30.000 fólk, og veruligi spurningurin er, hvønn rætt Danmark hevur yvir Grønlandi.

 

At 30.000 fólk búgva í Grønlandi er sjálvsagt ikki rætt, tí her eru eini 26.000 fleiri.

 

- Eingin fer hernaðarliga at berjast móti USA um framtíðina hjá Grønlandi. Tað gevur slett onga meining, sigur varastápsleiðarin, sum eisini Sermitsiaq endurgevur.

 

Stephen Miller vísir á, at USA er sterkasta tjóðin í Nato-verjusamgonguni.

 

- Skal USA tryggja arktiska økið og verja Nato-áhugamál, er greitt, at Grønland eigur at verða ein partur av USA, sigur hann.