Tað gongur framvegis sum eftir ánni hjá Høgna Egilstoft Nielsen í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar. 8. og næstseinasta umfar verður seinnapartin, og eftir sjey umfør hevur 16 ára gamli Høgni framvegis fulla úrtøku. Í gjár vann hann ímóti Rana Nolsøe.
Einasti mótstøðumaðurin, sum framvegis hevur møguleika at fáa Høgna aftur, er Martin Poulsen, sum í gjár vann á Margari M. Berg. Martin hevur telvað tvær ferðir remis – ímóti Ólavi Simonsen og Hans Kristian Simonsen – og vunnið hini fimm talvini. Hann er tískil eitt stig aftanfyri Høgna E. Nielsen.
Í dag hevur Høgni E. Nielsen svart ímóti Tummas Martin Sólsker, og Martin Poulsen hevur hvítt ímóti Rógva Egilstoft Nielsen.
9. og síðsta umfar verður leygardagin klokkan 10.
Kappast verður í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík, har tað er ókeypis atgongd.
7. umfar
Hans Kristian Simonsen-Rani Baldursson 1-0
Margar M. Berg-Martin Poulsen 0-1
Rógvi Egilstoft Nielsen-Tummas Martin Sólsker ½ - ½
Høgni Egilstoft Nielsen-Rani Nolsøe 1-0
Heiðrikur T. Jacobsen-Ólavur Simonsen 0-1
Støðan eftir 7 umfør
Høgni Egilstoft Nielsen 7 stig
Martin Poulsen 6 stig
Hans Kristian Simonsen 5 stig
Rógvi Egilstoft Nielsen 5 stig
Ólavur Simonsen 4 ½ stig
Rani Nolsøe 2 ½ stig
Tummas Martin Sólsker 2 stig
Heiðrikur T. Jacobsen 1 ½ stig
Rani Baldursson 1 stig
Margar M. Berg ½ stig
8. umfar í dag klokkan 14
Rani Baldursson-Ólavur Simonsen
Rani Nolsøe-Heiðrikur T. Jacobsen
Tummas Martin Sólsker-Høgni Egilstoft Nielsen
Martin Poulsen-Rógvi Egilstoft Nielsen
Hans Kristian Simonsen-Margar M. Berg