76 eru vald beinleiðis franska tjóðartingið

Umleið helmingurin av valevnunum, sum vórðu vald í fyrsta valumfari sunnudagin, eru úr Tjóðskaparliga Savningarflokkinum.

28 ára gamli Jordan Bardella, formaður í Tjóðskaparliga Savningarflokkinum Sarah Meyssonnier/Reuters/Ritzau Scanpix

Veljarar í 501 valdømum í Fraklandi skulu atkvøða í øðrum umfari av almenna valinum í landinum sunnudagin 7. juli.

Hinvegin er valið longu avgjørt eftir fyrra umfar í 76 av fronsku valdømunum, skrivar bretski miðilin BBC.

Hetta tí at í hvørjum av viðkomandi valdømum er eitt valevni, sum fekk í minsta lagi 50 prosent av atkvøðunum, tá fyrsta umfarið av valinum fór fram sunnudagin.

Av teimum 76 valevnunum, sum eru vald beinleiðis til tjóðartingið, umboða 39 valevni høgraflokkin Tjóðskaparliga Savningarflokkin (RN), meðan 31 eru úr vinstravenda samgonguni Nýggja Tjóðarfylkingin (NFP).

Restin er úr miðflokkinum Ensemble, sum Emmanuel Macron forseti stendur á odda fyri, og ymiskum smærri flokkum.

Bert eitt valevni er valt úr hvørjum valdømi.

Fær eitt valevni í minsta lagi 50 prosent av øllum atkvøðum í valdøminum, og um minst fjórði hvør veljari hevur valt í økinum, noyðist økið ikki at hava eitt seinna valumfar.

 

/ritzau/

 

28 ára gamli Jordan Bardella, formaður í Tjóðskaparliga Savningarflokkinum Sarah Meyssonnier/Reuters/Ritzau Scanpix