Eingin kirkja var á Kirkju

Útoyggjarnar eru við at doyggja út. Tí er tað umráðandi at fáa niðurskrivað mest møguligt frá teirri tíðini, tá ið hesar oyggjar veruliga høvdu lív. Frá at hava verið í Hattarvík verður nú farið til Kirkju

Eliesar Sørensen var føddur 23.11.1905 á Kirkju. Hann gjørdist nær­um 100 ár og fór til gravar sjálv­an hundrað ára føðingar­dagin.
Á ellisárum hansara komu vit at kennast og gjørdust rættuliga væl. Hann var so óførur at greiða frá, og hetta kundu lesarar av FF-blaðnum gleðast um.
Nú vit í hesi røð hava havt áhugaverda frásøgn hjá Símun Gullaksen í Hattarvík, kann tað vera hóskandi at taka aftur í frá­søgn­ini hjá Eliesari um lívið á Kirkju.
Tey vóru átta systkin. Elsti beiggin var Zacharias Sørensen, f. 1894, sum í eitt manna­minni var skúlastjóri og deknur í Havn. Hann giftist við Poulu Næss úr Vági.
Meðan Zacharias gjørdist landkrabbi, blivu allir hinir beiggjarnir fiskimenn.
Hini systkini vóru:
Sigga Sofia f. 1897. Giftist við Jákup Hendrik Hendriksen á Kirkju.
Signa Katrina f. 1899, ógift.
Elias f. 1902. Giftist til Svínoyar i 1938 við Elsebeth Malene Heinesen d. 1947. Hann giftist aftur í 1950 við Evu Zachariassen.
Mourits f. 1908. Giftist við Kristionnu Rasmussen norð í Stovu á Kirkju. Hann gjørdist 100 ára gamal.
Pætur Franklin f. 1910. Giftist við Hjørdis Guttesen í Skopun.
Sunneva Elisabeth f. 1911. Ógift.
Eliesar vaks upp hjá sínum ógiftu pápa­systkjum, Eliasi og Malenu, í húsunum, har abbin Zacharias hevði búð. Sonur Eliesar, Líggjas (í Bø), er eisini uppkallaður eftir teim­um báðum. Her inni búði eisini omman Elisabeth.

Abbin fekk ug
Pápin var Søren Pram Zachariassen. Mamman, Sunneva Eliassen, var úr Kelduhúsunum í Hattarvík. Hetta var grannahús hjá Símuni Gullaksen.
Børnini fingu Sørensen til eftirnavn eftir fornavninum hjá pápanum, sum var tað van­liga fyrr.
Abbin á Kirkju var lærarin Zacharias Michelsen. Fyri at búgva seg til starvið hevði hann verið eina tíð á Viðareiði hjá Sørensen presti, og í Havn hevði hann eisini lært mill­um annað hjá tí kenda skúlavininum, prest­inum Christian Pram Gad. Tað var fyri at heiðra hesar menn, at hann kallaða ein son, pápa Eliesar, fyri Søren Pram. Hetta er tískil søgan aftanfyri, at tað fleiri í Føroyum fingu navnið Søren Pram Sørensen.
Zacharias er umrøddur í bókini Tórshavnar Skúlasøga. Tað einasta fráfaringarprógv, sum er funnið, er hansara. Hann fær heilt framúr ummæli. Allar lærugreinir hevur hann klárað til »udmærket godt«, og síðan verður sagt:
Indbemeldte Zacharias Michelsen, der saaledes i tre Aar har nydt Undervisning i Thorshavn Skole, har i denne Tid vist sig som en udmærket sædelig Dicipel.
Hans Forstands Evner kan henregnes til de meget gode; man har derfor været meget tilfreds med hans Skolegang, og da han nu har fuldendt samme, anbefales han paa det varm­este og ledsages ved Afskeden med de bedste ønsker om en blid og hældig Fremtid.

Thorshavn Skole, den 20de Maii 1829
C. Pram Gad
J. G. Effersøe

Illvild móti skúlanum
Zakarias var lærari í Fugloy frá 1834-49. Hann byrjaði 20 ára gamal, og tá var hann bæði lærari og deknur. Hann var einsamallur í húsi við mammuni, Ada Zachariasdatter, sum tá var 60 ára gomul. Zakarias gavst í 1849, eina­mest tí at illviljin var so stórur móti skúl­anum, og tað gekk so illa at fáa lønina. Hon var bert 1 mørk um árið, sum J. Símun Hansen roknar úti til at vera kr. 15,51. Men fyri hesar pengar fekst í 1840 knøpp ein gyllin í jørð.
Zakarias legði ikki lærarastarvið heilt frá sær, sjálvt um hann ikki helt skúla. Børn gingu av og á til hansara at lesa, og eitt skifti um 1870 gjørdi hann nógv við lærarastarvið. Hann doyði í 1878.
Ein ættargrein hjá Zakarias gjørdist allir teir kendu Zachariassen menninir, sum serliga er kendir fyri teirra mentanarliga og politiska virksemi.

Tveir handlar
Tað fyrsta Eliesar mintist, vóru 27 hús á Kirkju. Fólkatalið lá um 100 í 1890, og longu í 1921 er fólkatalið komið uppá umleið 150 fyri síðan at minka aftur eftir kríggið.
Tað vóru tveir handlar á Kirkju. Sum van­ligt var tá, keyptu og virkaðu teir fisk. Annan handilin hevði pápi Eliesar, Søren Pram Zachariassen.
Hann handlaði fyri Vágsbotnshandilin. Eliesar mintist bátarnar hjá handlinum Eli og Surprice. Teir komu við vøru úr Havn og tóku fisk inn aftur til Havnar. Ein av teimum, sum sigldu við, var Hanus í Smiðjustovu. Hann kom Eliesar at kenna, eftir at hann var farin at sigla út frá Havnini.
Síðan hendi tað, at Vágsbotnshandilin fór fallitt. Eftir hetta fór Søren at handla fyri Jørgen Bech og Sønner, tann sokallaði Klaksvíkshandilin, har tann kendi Faktorin, Johan Christian Djurhuus, var oddamaður. Men hendan fyritøkan fór eisini, og kostaði hetta alt pápanum nógvan pening. Síðan fór Søren Pram at handla fyri seg sjálvan.
Hin handilin var hjá Gullak Matras. Kona hansara, Karolina, var lærari í Fugloy. Handlarnir keyptu fisk, sum varð flaktur og salt­aður. Í handlinum hjá Søren Pram var ikki neyðugt at biðja fólk til arbeiðis. Tey vóru nógv fólk í húsi, og eftir tørvi máttu øll í hús­unum hjálpa til.

Alt av fiskinum kom til sættis
Um veturin róðu teir út við fýra áttamanna­førum. Um summarið róðu bert smærri bátar út. Tá vóru teir flestu menninir burtur til skips. Tað vóru sera ring lendingarviðurskifti á Kirkju. Men allir hjálptu hvørjum øðrum, og hetta var eisini neyðugt.
Tá fiskurin varð hagreiddur, kom alt av fiskinum til sættis sum t.d. livurin, sum í dag nóg illa verður tikin. Hon varð koyrd í tunnur, sum vóru sendar til Klaksvíkar. Tá ið pápin flakti, tók hann sundmagan burtur úr fiskinum. Sundmagin varð turkaður og nýttur til lím. Hann varð spentur á brettir, sum so vórðu sett upp at turka. Onkuntíð turkaðu teir inni.

Lítið av jarðarbrúki
Kirkja var ognarbygd. Har vóru bert tvey smá kongsfesti. Annað var hálva triðju og hitt hálva mørk. Tað var sjálvsagt neyðugt at hava kúgv, men hjá nógvum var so smábýtt, at tey máttu vera tvey hús um eina kúgv.
Fuglur hevði eisini nakað av týdningi, men neyvan meira enn til húsbrúks.
Eliesar var frá eini tíð, tá ið skógvarnir vóru húðaskógvar úr neytaskinni. Teir vórðu brúktir til alt brúk, og tá teir vóru slitnir øðru megin, vórðu teir klossaðir, t.v.s. teir vórðu vendir og seymaðir saman í erva og kruvdir í neðra. Vanliga var tað uppgávan hjá pápanum at seyma húðaskógvar. Rotuskógvar úr seyðaskinni vórðu eisini brúktir, men hetta var til innanduranýtslu og til børn.
Fólk høvdu svartaskógvar, men hetta var bert til sunnudagsnýtslu, og tá farið varð í kirkju ella líknandi.

Andaligt lív og mentan
Tað var nógv andaligt lív á Kirkju og annars á Fugloynni. Brøðrasamkoman kom tíðliga hagar, og møtisalur varð bygdur. Hann varð bygdur av Tróndi Simonsen, sum m.a. var pápi Esmar Simonsen í Fuglafirði. Salurin varð mál­aður av Andrew Sloan, sum plagdi at dvølja har úti. Av øðrum, sum komu, vóru Victor Danielsen og Jens Klæmint Isaksen. Ein lokalur talari var Jógvan Lydersen. Her komu nógv fólk, og fólk gingu úr Hattarvík á møti. Men nú er so lítið fólk eftir, at salurin verður ikki brúktur regluliga.
So merkiliga tað ljóðar, var eingin kirkja á Kirkju í heili 100 ár, frá 1832 til 1933. Støðan var vánalig á Kirkju fyrst í 19. øld. Í 1818 gekk ein bátur av Kirkju burtur við seks monnum. Hetta vóru stórt allir teir fullføru menninir í bygdini.
Tá varð avrátt varð at flyta kirkjuna til Hattar­víkar, millum annað við teirri grund­geving, at tað vóru ikki skikkað fólk á Kirkju at varða av kirkjuni. Tískil varð lestur lisin í skúl­anum, fyrst tá ið Eliesar mintist. Tá prestur kom, var gudstænasta við altargongd í Hattarvík, so hagar varð farið til altars.
Tað var eisini annað upplýsandi virksemi. Tey gingu í ávís hús at fáa søgur, og hevur hetta verið eitt slag av kvøldsetum. Tá postur kom, var fragd at hoyra læraran lesa úr teimum nýkomnu bløðunum. Men pápin fekk eisini bunkar av bløðum frá Zakariasi, sum var lærari í Havn, og var hetta spennandi lesn­aður. Pápin helt eitt danskt blað, sum kallaðist Ugens Nyheder. Har vóru eisini andakts­stykki, sum hann las hvønn sunnudag.
Kirkja var trettandabygd, og tá var lív í bygdini. Eliesar minnist bæði sundamenn, viðingar og svínoyingar koma higar á trett­anda. Nógv varð dansað, men bert føroyskan dans. Tá vitjað varð millum bygdirnar á oynni, varð fylgt á leið, tá fólk fóru heimaftur. Annars lat Eliesar væl at sambandinum millum bygdirnar á Fugloynni. Serliga ung­dóm­urin kom nógv saman, og tað eru ikki heilt fá hjúnaløg, sum hava verið millum fólk úr báðum bygdunum.

Av oynni at skera torv
Uppgávurnar vóru nógvar í eini slíkari bygd. Ein var at fáa brenni til vega, og hetta var torv. Men torvið á Kirkju var ringt, so tað var ikki annað at gera enn at skera torv á Svínoynni. Hagar var róð yvir við báti, og tá torvið skuldi fáast til høldar, varð tað flutt við báti yvir á Kirkju. Hóast hetta var opið hav er einki frætt um vanlukkur, soleiðis sum tað hevur verið fleiri aðra staðni.
96 ára gamla Anna Malena Christiansen, sum er ættað úr Svínoy, minnist hetta væl. Mamma hennara var ættað úr Fugloy, og hon plagdi at senda Annumallu, sum hon verður nevnd, við drekka og pannukøkum, tá ið menn av Kirkju vóru í Svínoy og skóru torv.
Annars mintist Eliesar, tá vatnið varð inn­lagt, so sigast kann, at hann upplivdi alla ta menning, sum yvirhøvur hevur verið í sam­felag­num.
Hann mintist eisini, at tey veltu korn. Hetta kundi ikki minst vera galdandi undir 1. heims­bardaga, tá einki korn varð innflutt.

Skúlagongdin
Eliesar fór so í skúla sjey ára gamal. Lærarin var Símun Michael Zachariassen, sum var pápa­beiggi hansara. Símun Michael var kendur sum mentamaður, og hetta hevur eis­ini merkt skúlan. Símun Michael var við í teim­um rørslum, sum vóru tá. Umframt í tjóð­skapar­rørsluni var hann eisini við í frá­halds­rørsluni. Lærarin mátti eftir reglunum enntá undirvísa á donskum, men hetta tók Símun Michael ikki so tungt. Tað var eisini sonur hansara, Louis, sum um hendan spurning segði: »Lóg er lóg og lóg skal brótast«. Nakað um ta tíðina, tá Eliesar fór úr skúlanum, gjørdist Karolina Matras lærari. Hon lærdi næmingarnar føroyskt, og hetta hevur ávirkað so mikið, at Eliesar kom eisini at lesa og at skriva føroyskt.
Í skúlanum var bara ein flokkur, og í hvussu er í 1925 vóru úti við 30 børn í skúla­num. Lærarin skuldi eisini røkja skúlan í Hattarvík, so skúlagongdin hevur verið hálv.
Lívið hjá børnunum var annars arbeiði og spæl. Tað vóru nógv børn í bygdini, og tey spældu tey spølini, sum vóru vanlig tá. Tá grasið var sligið, varð spælt á bønum. Men hetta varð ikki dámt um várarnar, tá grasið skuldi hava frið at vaksa fram til hoyggingina.
Børnini hjálptu til heima, tá ið tey vóru so fræg, og tað var almikið at gera. Tey skuldu gera alt vanligt arbeiði, sum gjørt varð í eini van­ligari bygd. Um tað so var at bera tøð, sluppu børnini ikki undan.

Til Svínoyar at ringja
Eitt sum vísir, hvussu langt av landi skotin tey búðu, sást av tí, at eingin regluligur postur gekk til Fugloyar fyrr enn í 1914. Undan tí fingu tey postin, tá tey fóru inn í Sund eftir agni ella øðrum ørindum. Pápin var kommunal­forstandari bæði fyri Fugloy og Svínoy. Hevði hann ørindi, fekk hann sær skjúts inn á Norðtoftir. Um nakar hevði brúk fyri at kom til Fugloyar, varð boðað frá við breiddum laki, sum varð lagt so sjónliga á Svínoyar­landinum, at tað sást á Kirkju. Tá var at manna bát at fara til Svínoyar. Tað sama var við grindaboðum. Tá varð lakið breitt á ymiskum støðum, alt eftir hvar grindin var.
Men tað var skjótt, at barndómurin var av. Eliesar verður konfirmeraður á Viðareiði í 1920, og tá var bert eitt at gera hjá einum 14 ára gomlum dreingi, og tað var at fara til skips.