Eingin moralur við keypi av fiski

- Okkara faldari vísir tíverri, at danskar handilsketur, sum selja matvørur, føra ein ábyrgdarleysan politikk, tá ið tær keypa fiskavørur. Hetta er ikki í lagi, og leiðslurnar í einstøku ketunum mugu átaka sær sín part av ábyrgdini fyri einari burðardyggari nýtslu av havsins ríkidømi, sigur Greenpeace sambært donskum fjølmiðlum

Fiskiríkidømi

 

Í kuldadiskunum kring um í stórhandlunum í Danmark liggja nógv fiskasløg, sum Greenpeace metir vera hótt – ella veidd við oyðandi fiskireiðskapi.

Felagsskapurin hevur tí almannakunngjørt ein faldara við heitinum “Alt godt fra havet”, sum raðfestir handilsfyritøkur – alt eftir, hvussu burðardyggan politikk hesar føra, tá ið tær keypa fiskavørur til at selja útaftur til brúkararnar.

 

Ábyrgdarloysi

Raðfestingin hjá Greenpeace vísir, at fleiri danskar handilsketur við undantaki av Lidl og Rema1000, fáa dumpikarakter. Aldi og SuperBest skrava botnin við ávikavist 5 og 7 stigum av 252 møguligum.

Hanne Kærgaard Lyng Winter, sum er havlívfrøðingur hjá Greenpeace Nordic, heldur, at leiðslurnar í einstøku stórhandlunum mugu taka á seg ábyrgd.

- Okkara faldari vísir tíverri, at donsku handilsketurnar, sum selja matvørur, føra ein ábyrgdarleysan politikk, tá ið tær keypa fiskavørur at selja útaftur. Hetta er ikki í lagi, og leiðslurnar í einstøku ketunum mugu átaka sær sín part av ábyrgdini fyri burðardyggari nýtslu av havsins ríkidømi. Keturnar mugu seta í verk ein politikk, sum tryggjar, at viðskiftafólk ikki blaka fiskavørur, sum ikki eru veiddar úr burðardyggum fiskastovnum, í innkeypsvognin og soleiðis óvitandi eru við til at tøma havið fyri eitt nú tosk, áll og tunfisk.

 

Skal dagførast

Umframt at vísa á, hvørjir stórhandlar ikki eru ábyrgdarfullir við innkeypi av fiskavørum, hevur umrøddi faldari eisini ein lista yvir fiskasløg, sum Greenpeace mælir til, at handlar, brúkarar, matstovur og aðrir keyparar ikki skulu keypa.

Ætlandi verður faldarin leypandi dagførdur og almannakunngjørdur einaferð um hálvárið.

Sosialurin fer seinni at venda aftur til hetta málið í eini aðrari grein.