Hetta ger starvsnevndin, eftir at føroysku hondbóltsfeløgini herfyri komu við felags áheitan um at økja um talið av liðum í deildini.
Seinastu tvey árini hevur talan annars verið um niðurflyting hjá kvinnum, og í løtuni spæla bestu liðini hjá Kyndli og Søljuni í næstbestu deildini.
Hjá monnum hevur málið ikki verið aktuelt fyrr enn í vetur, nú Team Klaksvík hevur vunnið sær rætt til uppflyting. Og tað hevur veruliga fest í kjakið. Ikki minst, nú fimm feløg støðugt hava verið í niðurflytingarvanda.
Formliga er avgerðin ikki endalig, og á limafundi tann 20. mars skal málið viðgerast. Men tað er helst lítil ivi um, at útmeldingin frá HSF skal skiljast soleiðis, at talan ikki verður um niðurflyting, tá hetta kappingarárið er av.