Útgerðarhavn
Tey eru Asco Føroyar, Skipafelagið saman við Atlantic Supply Base í Runavík og Eimskip saman við SBS, sum er fyritøka, ið m.a. rekur eina útgerðarstøð í Hetlandi.
Hetta merkir, at Norserv, sum hevur ætlað sær at fáa oljuútgerðarhavn á Drelnesi, als ikki sleppur at bjóða. Rúni M. Hansen, stjóri hjá Statoil sigur, at Norserv og Smyril Line saman við einum útlendskum felag hava ikki fingið nóg nógv stig til at kvalifisera seg víðari til sjálva útbjóðingina. Rúni Hansen sigur, at avgerðin, sum er tikin er eina og aleina út frá professionellum fakligum metingum. Teir hava valt ikki at leggja aðrar metingar við.
Oljufeløgini hava annars gjørt av, at alt, sum hevur verið oljuverju at gera skal vera í Suðuroynni, tvs. goymsla av oljuverju ol. Hetta mugu feløgini, sum nú sleppa at bjóða taka hædd fyri.
Útbjóðingingartilfarið skal latast inn 26. januar. Avgerðin, hvør fær útgerðarvirksemi, verður tikin áðrenn 1. mars.
Tá oljulógin varð til viðgerðar á tingi varð samtykt ein lógargrein, sum sigur, at útjaðarin skal eisini takast við í myndina, tá talan verður um útgerðarvirksemi.
Eyðun Elttør, landsstýrismaður sigur, at hann og landsstýrið hava einki við prekvalifiseringina at gera. Tað varð latið upp til vinnuna at taka sær av hesum. Hann hevur ikki sett seg inn í avgerðina, men heldur tað ljóðar løgið, at eitt felag sum Norserv, sum hevur donsku útgerðarhavnina í Esbjerg við sínum drúgvu royndum, als ikki skal hava klárað at kvalifiserað seg.