Ákærin brúkti nógv uppá at finna útav, hvar maðurin var ta nattina, tá ið Piddi seinast tosaði í telefon, og morgunin eftir.
Tann ákærdi segði, at hann kvøldið fyri hevði arbeitt til midnátt og fór heim til kvinnuna at sova.
Men tá ið hann varð spurdur nærri, fór hann at ivast.
Tað kundi verið, at hann var farin heim til sín sjálvs fyrst at vaska sær, tí hann stinkaði av fiski, og so at eta.
Tá ið hann varð spurdur nærri, hvussu tað bar til, at tey tá høvdu skrivað saman á Facebook, helt hann, at tað kundu tey hava gjørt, meðan hann var á Nesi.
Síðan var hann farin til hennara, og um náttina vaknaði hann av, at onkur fór avstað við bili hansara.
Hann fór so avstað við honum bilinum.
Hann varð mintur á, at hann ta náttina hevði roynt at keypa brennievni til bilin og at taka pening út, men eingin peningur var á kontu hansara.
Maðurin hevur áður sagt, at meðan hann stóð á bensinstøðini, sá hann ein politibil koma framvið. Hví steðgaði hann ikki bilin fyri at boða frá, at bilur hansara var stolin. Tað gjørdi hann ikki, tí hann fonglaðist við gjaldskortinum, segði hann.
Hann koyrdi víðari, og tá sá hann sín stolna bil, sum hann elti líka til Norðoyatunnilin. Hann bbíðaði uttan fyri á einum parkeringsplássi, og tá ið bilurin vendi, fór hann aftaná, segði hann.
Morgunin eftir fór hann í Norðoyatunnilin og sá í einum víkiplássi inni í tunlinum ein myrkan blett.
Hesum greiddi hann ikki politinum frá fyrr enn nógv seinni. Hann segði seg ikki hava vitað, um bletturin var blóð, olja ella annað, men hann hevur sagt ymist tær ferðirnar, hann er avhoyrdur um hetta. Heldur ikki segði hann fyrr enn seinni, at trý fólk vóru í stolna bilinum, tá ið bilurin fór inn í Norðoyatunnilin, og at tvey fólk vóru í bilinum, tá ið hann kom út aftur úr tunlinum.
Eina ferð segði hann, at hann gitti, tað var blóð.
Hann hevur sagt, at bilurin aftur var stolin 9. november.
Páhaldið hjá ákæranum er, at tann ákærdi sigur bilin vera stolnan fyri at káva út yvir, at hann brúkti bilin til at beina líkið burtur við.