Enn hevur ongin politikari á Løgtingi, ella í landsstýri, torað at víst á tørvin á at menna høvuðsstaðin.
Soleiðis tekur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, til, í eini grein, hann hevur sent okkum.
Hann vísir á, at í flestu framkomnum londum verður dentur lagdur á at hava ein sterkan og atdráttarmiklan høvuðsstað.
Orsøkin er, at ein sterkur høvuðsstaður skapar munandi betri fortreytir fyri vøkstri í øllum landinum.
Hann sigur, at hetta verður gjørt við langtíðarætlanum fyri eyga, har endamálið er at gera íløgur, har land, kommuna, vitanarvinna og hægri útbúgving, ganga hond í hond.
- Men hetta er tíverri ein fullkomiliga óhugsandi tanki í Føroyum, hóast øllum er greitt, at hetta er einasti vegurin, sigur Borgarstjórin í Havn.
Heðin Mortensen vísir á, at skulu vit hugsa um at reka samfelagið rationelt, mugu vit eisini hugsa um dygd og tænastu.
Og tað gevur í sjálvum sær, ikki tørv á fleiri skúlum og útbygdum heilsuverki í Klaksvík.
Tvørturímóti er faklig miðsavning, dygd, tænasta og menning, fortreytirnar fyri bæði skúlum og stovnum, gransking og hægri útbúgving.
Tí skal tað ikki spjaðast og gera alt óneyðuga dýrt og tannleyst.
- Vit mugu til eina og hvørja tíð taka atlit til, hvar tað er mest optimalt at røkja hesar uppgávur, hvar kompetansan er størst, hvar umstøðurnar eru best hóskandi og hvar plaseringin tænir flest brúkarum, sigur borgarstjórin í Havn.
Les eisini LOKALBEDØVILSI