Eingin ósemja í Vágum

Tað var eingin ivi í Vága Sambandsfelagi um at stilla tingmannin Marjus Dam. Spurningurin var bert um hann skuldi vera einsamallur, ella um eitt valevni aftrat skuldi upp á listan

Løgtingsval

Snorri Brend

 

 

Vágar: Í farnu viku var avgjørt at tvey valevni eru á sambandslistanum – verandi tingmaður og Eivin Jacobsen úr Sørvági.

Undan fundinum var eitt tilmæli komið frá landsnevndini í flokkinum um at rættast var at stilla í mesta lagi tvey valevni upp í Vágum. Hesum tilmæli tók fundarfólkið eisini undir við.

Spurningurin á fundinum var tó, hvørt ein skuldi síggja burtur frá teimum atkvøðunum sum tann alment kenda forkvinnan í Kommunufelagnum og borgarstjórin í Sandavági, Rósa Samuelsen møguliga kundi fáa til eitt løgtingsval.

Á fundinum boðaði Rósa frá, at hon sjálv kundi loysa henda trupulleikan, tí møguleiki hjá henni var at fara upp á listan í Suðurstreymoy, haðani hon er ættað.

Fundarfólkið var samt um, at tað var ein sjálvfylgja at verandi tingmaður, Marjus Dam skuldi stillast upp. Síðani var atkvøðugreiðsla um, hvat hitt valevnið skuldi vera. Og her fekk Eivin 10 atkvøður, Rósa 7 og Gunnar 1.

- Eg vil bara siga, at her var eingin ósemja á fundinum, og alt fór fram í sátt og semju. Men tá tað síðani verður skotið okkum í skógvarnar, at vit ikki skoyttu um Rósu, so er hetta púra burturvið.

- Tann stóri trupulleikin í øllum hesum er eina valdømið. Semja var gott nokk um hetta á løgtingi, men hvørji kriteri’ir flokkarnir skulu stilla upp eftir og hvussu hetta skuldi skipast í praksis úti í teimum lokalu feløgunum, - tað var ikki sagt við einum einasta orði, sigur Eivin Jacobsen í stuttari viðmerking. Eitt dømi um hetta ráðaloysið er spurningurin, um ein tingmaður er friðhalgaður soleiðis, at hann altíð er vísur í at koma uppá ein lista.

Hann óttast fyri at týdningurin av teimum lokalu feløgunum so líðandi fer at minka burtur í einki, nú alt snýr seg um eitt valdømi.

At flokkurin hevur valt at stilla upp eitt valevni í Sørvági er eisini ein taktiskt avgerð. Tað er jú hiðani at formaður fólkafloksins, Jørgin Niclasen er uppstillaður.

Við fólkatingsvalið seinasta fekk Marjus Dam 126 atkvøður, Rósa Samuelsen 102 og Eivin Jacobsen 96.

- So her var rættiliga tætt okkara millum, sigur Eivin, ið sat sum borgarstjóri í Sørvági frá 2000 til 2004.