Fyri góðari viku síðani var nýggj forkvinna vald í MBF. Valið fall á Caritu Bj?rklund, sum er útbúgvin námsfrøðingur, og sum í nógv ár var forkvinna í Pedagogfelagnum. Nýggja forkvinnan í MBF sær nógvar avbjóðingar og spennandi uppgávur liggja fyri framman, men fyrst og fremst vil hon virka fyri, at fólk, ið bera brek, fáa somu møguleikar, sum øll onnur. Harafturat hevur hon sum aðalmál, at hesin samfelagsbólkurin skal fáa so mikið góð kor at liva undir í Føroyum, at familjur hjá børnum, ið bera brek, ikki fara av landinum fyri at fáa neyðuga hjálpina.
- Fyri at arbeiða fyri MBF er umráðandi at vera treisk og tolin, tí ting henda ikki her og nú, sigur Carita Bj?rklund.
Brennur fyri at hjálpa
Hóast Carita Bj?rklund fegnast um at hava fingið heitið forkvinna í MBF, er tað ikki nakað, hon hevur gingið og droymt um.
- Hetta er ótrúliga spennandi, og eg gleði meg at fara í gongd. Eg kann tó ikki siga, at hetta er mítt dreymastarv, tí eg havi ikki gingið við tankum at gerast forkvinna í felagnum, sigur Carita Bj?rklund, sum er 60 ára gomul og býr í Sørvági. Men tað, at kunna hjálpa øðrum fólkum, sum ikki sjálvi hava møguleika til tess, er nakað, sum altíð hevur havt áhuga hjá Caritu Bj?rklund. Eitt nú hevur hon verið virkin í Astma- og Allergifelagnum, Felagnum fyri Hoyribrekað og Giktafelagnum.
- Eg havi ein almennan áhuga fyri, at tingini rigga, og so dugi eg eisini at síggja, at tað eru nógv fólk, sum veruliga hava brúk fyri hjálp, sigur Carita Bj?rklund. Tað er serliga frá tíðini, hon arbeiddi á Hjálpartólamiðstøðini, at hon hevur upplivað, at korini hjá fólki, ið bera brek ella hava verandi sjúku, ikki eru nóg góð í Føroyum. Tó leggur hon dent á, at bíðitíðin er stytt munandi hjá Hjálpartólamiðstøðini sum so aftur merkir, at fólk skjótt fáa tey hjálpartól, sum tey hava fyri neyðini.
- Áhugan fyri at vera við til at bøta um viðurskiftini hjá fólki, sum hava hjálp fyri neyðini, fekk eg veruliga, tá eg arbeiddi á Hjálpartólamiðstøðini í 80 árunum, har eg sá ymisk brek og gjørdist varug við, júst hvussu stórur tørvurin á hjálp er, greiðir Carita Bj?rklund frá. Hon hevur eisini starvast sum námsfrøðingur, og ta tíðina hevur hon sæð, at skipanin ikki riggar optimalt.
- Sum námsfrøðingur havi eg ofta sæð manglandi lóggávu. Børn og ung, sum eru sálarliga veik, standa á langum bíðilistum fyri at fáa ta hjálpina, tey hava brúk fyri, og tað er als ikki nøktandi, sigur Carita Bj?rklund, sum leggur stóran dent á týdningin av at fólk fáa hjálp skjótast gjørligt.
-Líka mikið um talan er um fólk við gikt, børn, ið hava tørv á hjálp frá sálarfrøðingi, ella onkur, sum skal til uppvenjing aftan á ein blóðtøpp, so er tað av alstórum týdningi, at tað verður sett inn við hjálp so tíðliga sum møguligt.
Leila gevur íblástur
Carita Bj?rklund tekur við starvinum sum forkvinna í MBF eftir eldsálina Leilu Solmunde, sum andaðist fyri stuttum. Fyrrverandi forkvinnan gjørdi eitt megnar arbeiði í felagnum og saman við umsitingini og starvsnevndini var hon við til at bøta um støðuna hjá fólki, ið bera brek, í Føroyum. Og tí hevur Carita Bj?rklund stóra virðing fyri.
- Tær broytingarnar og framstigini, sum eru farin fram øll hesi árini, eru Leilu og hinum í MBF at takka. Sum nýggj forkvinna fari eg at hyggja eftir, hvar Leila slepti og so arbeiða víðari harfrá. Eg havi stóra virðing fyri øllum tí, hon hevur gjørt, sigur Carita Bj?rklund. Hon kennir tó einki trýst á sær, nú hon skal taka við starvinum eftir Leilu Solmunde.
- Tað er ein stórur missur fyri felagið, at Leila ikki er her meira. Eg haldi ikki, at eg kenni nakað trýst á mær sum nýggj forkvinna, tí eg kann ikki gera annað enn mítt besta, og tað ætli eg mær eisini, greiðir Carita Bj?rklund frá. Hon heldur seg hava lært nógv frá Leilu Solmundi og fer eisini at brúka onkrar av arbeiðshættunum, sum fyrrverandi forkvinnan brúkti.
- Eg fari at leggja meg eftir at hava gott samband við landsstýrisfólkini og ætli so avgjørt áhaldandi at kunna tey um MBF og um hvørja hjálp, summir føroyingar hava tørv á, sigur Carita Bj?rklund.
Øll skulu trívast í Føroyum
Nýggja forkvinnan í MBF hevur fleiri ting, ið liggja henni á sinni sum forkvinna í felagnum.
- Visjónin er, at limatalið í MBF skal minka, tí tá vita vit, at tað eru færri fólk, ið hava tørv á okkum, av tí at tey klára seg á líka fót sum øll onnur í samfelagnum – hóast tey bera brek ella hava varandi sjúku, sigur Carita Bj?rklund, og leggur afturat:
- Leila plagdi at taka til, at øll skulu hava somu rættindi til alt, og tí útsøgnini kundi eg ikki verið meira samd í, sigur Carita Bj?rklund. Fyri hana er tað umráðandi at fólk, sum bera brek, fáa betri bústaðarviðurskifti, tí sum støðan er nú, eru bústaðarviðurskiftini ikki nóg góð.
- Bústaðarmøguleikarnir eru í fer við at batna, men tað er langur veður enn, og er tað nakað, eg havi lært øll árini, meðan eg havi sitið í nevndini hjá MBF, so er tað at tingini henda ikki beinanveg, og at hvør broyting tekur drúgva tíð, sigur Carita Bj?rklund. Eitt annað, sum liggur henni á sinni sum forkvinna í felagnum, er at arbeiða fyri familjum, ið onkursvegna eru ávirkaðar av sjúku ella breki.
- Vit hava mist nógvar familjur til eitt nú Danmarkar av tí at møguleikarnir og tilboðini til fólk, ið bera brek, ikki eru nøktandi í Føroyum. Frá mínum arbeiðsroyndum veit eg, hvussu eitt brek ávirkar eina heila familju, og tí veit eg eisini hvussu umráðandi tað er, at ein familja fær hjálp skjótast gjørligt, soleiðis at tað ikki verður so, at øll familjan fer at bera brekið, greiðir Carita Bj?rklund frá. Fyri hana er samstarv og samskifti vegurin fram.
- Eg ynski at hava gott samstarv við feløgini undir MBF, umsitingina og starvsnevndina, soleiðis at MBF framhaldandi kann vera eitt gott móðirfelag hjá øllum. Við einum positivum samskifti kunnu vit klára nógv, sigur Carita Bj?rklund.
Navn: Carita Bj?rklund
Aldur: 60 ár
Bústaður: Sørvágur
Útbúgving: Námsfrøðingur