Eingin treður dansin undir moldum

Stóra landsdansistevnan var hildin í Havn leygardagin. Umleið 600 fólk hugnaðu sær og dansaðu til ljósan morgun

 

Dansur

At dansur og spæl eru gleðibrøgd kom týðiliga til sjondar, tá eini 600 fólk hittust til landsdansistevnu í Havn leygardgin. Stuttleiki hugni og vinalag eyðkennir slíkar stevnur, og hendan var einki undantak.

Stevnan varð sett á Vaglinum klokkan trý seinnapartin leygardagin. Tað vóru tey trý dansifeløgini í høvuðsstaðnum, Tøkum Lætt, Dansifelag Kaggans og Dansifelagið í Havn, sum skipaðu fyri stevnuni. Vegna fyrireikararnar beyð Herluf Gaard Joensen vælkomin og greiddi frá stevnuni.

Almennu setanini stóð Heðin Mortensen, formaður í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs fyri. Eisini helt Regin Eikhólm, sum er virkin dansari, røðu um føroyskan dans, eins og felagssangir vórðu sungnir. Vitiligt slíkir, sum ganga til vísuløg og eru kendir og lættir at syngja.

Eftir sjálva setanina, sum var einasta almenna tiltakið á stevnuni, varð tikið saman á Vaglinum, har einar tvær stuttar vísur vórðu tiknar.

Tá tiltakið á Vaglinum var av, varð farið niðan í Býráðssalin, har framløga var av nýggjari bók um føroyska dans, sum Árni Dahl hevur lagt til rættis eftir áheitan frá landsnfelag dansifelagana, Sláið Ring. Umrøða av hesum tiltakinum er aðrastaðni í blaðnum.

Eftir setanina samlaðust tilmeldaðu luttakaranir til stórt borðhald í ítrótarhøllini á Hálsi. Har vórðu, sum vera man, nógvar røður hildnar, eins og dúgliga varð sungið. Hóast ein ítróttarhøll er sera illa egnað til felagssang, gekk tað so rímiliga kortini.

Landsdansistevnan verður hildin triðjahvørt ár, og boðið varð eisini til næstu landsdansistevnuna undir borðhaldinum í ítróttarhøllini. Formaðurin í Vága Dansifelag beyð øllum dansifeløgunum í Føroyum til landsdansistevnu í Vágum 2004.

-Gjøgnum nýggja undirsjóvartunnilin, sum tikið varð til.

Eftir borðhaldið varð farið oman í Sjónleikarhúsið, har seinasti partur av skránni fyri landsdansistevnuna 2001 varð hildin. Sjálv dansiskráin, har feløgini hvør møtti við sínari vísu ella kvæði. Soleiðis at fólk úr felagnum skipaði, meðan allir luttakararnir so kundu dansa við.

Ymiskt er, sum valt verður, tá farið verður soleiðis. Onkur velur at hava kvæði, sum vilja nakað. Eru long og mergjað, og kanska ikki øll duga. Tað er so góðum líkt. Meðan onnur koma við styttri og rættiliga væl kendum vísum, har nógv fleiri fólk koma uppí. Og hendan samansetingin riggaði eisini rættiliga væl til slíka skrá. Fólk gingu upp og niður úr dansinum, sum teimum nú líktist best.

Einaferð út móti morgni var skráin liðug, og so varð, sum vanligt er, kappast um at byrja.

Vanligt plagar at vera, tá so mikið er útliði, at mest lættar vísur verða tiknar.

Men ikki øll eru, sum skilja umstøðurnar - hava situatiónsfornemilsi. So móti morgni at byrja kvæði, sum er góð 100 ørindi til longdar og ikki so alkent, at flestu fólk duga uppií, ger bara tað, at fólk rýma av góvlinum, og kanska onkur beinleiðs fer til hús.

Fólk vóru sera samd um, at hetta var einasta, sum lýtti stevnuna eitt lítið sindur. Tí slíkt er stuttligt fyri teir 13 ella 27, sum duga slíkt kvæði, meðan øll hini umleið 600 fólkini bara keða seg.

Og sera sjónligt gjørdist tað, tá sumbingar so beint aftan á mannaðu seg til eina lætta vísu, sum bókstaviliga fylti gólvið aftur. Dansigleðin lýsti av fólki, og at at kalla hvør einasta sál, sum eftir var, fór uppí. Líka mikið um tey dugdu orðini ella ikki.

Onkur tók til, at tað var á leið sama kensla sum at vera í góðum harmonikudansi. Tú beinleiðis sveimaði eftir gólvinum.