Hetta húsið í Kherson skal vera rakt í russiskum álopi, meðan ortodoksa kirkjan heldur jólaaftan. Mótstríðandi útsagnir eru um, hvør tað er, sum ikki heldur vápnahvíldina í Ukraina.

Eingin vápnahvíld í Ukraina

Mótstríðandi upplýsingar eru um, hvør partur ikki heldur vápnahvíldina í ortodoksu jólahalguni.

Hetta húsið í Kherson skal vera rakt í russiskum álopi, meðan ortodoksa kirkjan heldur jólaaftan. Mótstríðandi útsagnir eru um, hvør tað er, sum ikki heldur vápnahvíldina í Ukraina.

Tað er mangt, sum bendir á, at vápnahvíldin, sum Russland boðaði frá á øllum hermótum í Ukraina, heldur ikki. 

 

Vápnahvíldin skuldi ætlandi vera, meðan ortodoksu jólini verða hildin, og tey eru í dag og í morgin, jólaaftan og 1. jóladag.

 

AFP-journalistar vita at siga, at spreingingar hava verið at hoyrt bæði inn og út úr ukrainska býnum, Bakhmut.

 

Her hava harðir bardagar verið í longri tíð.

 

Russar hava roynt at tikið býin, men ukrainskar herdeildir hava givið teimum harða mótstøðu og hava hildið russum burtur.

 

Mótstríðandi upplýsingar eru um, hvør partur ikki heldur vápnahvíldina.

 

Stjórnarráðgevin í Ukraina, Kyrylo Tymosjenko, sigur, at russiskar deildir hava lopið á býin, Kramatorsk, har eysturi í Ukraina.

 

Reuters veit frá russiska verjumálaráðnum at siga, at tað eru ukrainsku deildirnar, sum hava brotið vápnahvíldina.

 

Stutt eftir, at vápnahvíldin skuldi byrja - á middegi russiska tíð í dag - søgdu ukrainar, at býurin, Kherson, var raktur í russiskum álopi.

 

Sagt verður eisini, at fleiri fólk í Kherson eru deyð ella løstað í álopinum.

 

- Í Kherson vóru í minsta lagi fýra spreingingar, tó at russar snakka um vápnahvíld, sigur stjórnarráðgevin, Kyrylo Tymosjenko.

 

Tað er norska Dagbladet og tíðindastovan NTB, sum bera hesi tíðindi frá útlendskum keldum í dag.

 

 

 

Hetta húsið í Kherson skal vera rakt í russiskum álopi, meðan ortodoksa kirkjan heldur jólaaftan. Mótstríðandi útsagnir eru um, hvør tað er, sum ikki heldur vápnahvíldina í Ukraina.