Fólkatingsval
Fólkatingsval er sett at vera 20. november í hesum árinum. Hetta merkir, at politisku flokkarnir fáa skund við at skipa fyri sínum valstríði, og summir skulu eisini líka avgera, um teir yvirhøvur stilla upp, hóast ábendingar eru um, at allir flokkar á tingi fara at stilla upp til fólkatingsvalið.
Men nú er tað heldur ikki soleiðis, at aðrir flokkar enn teir á tingi skulu gerast sær stórvegis tankar um at stilla upp. Tað er eisini lítið sannlíkt, at ein politiskur flokkur uttanfyri løgtingið klárar at fáa síni viðurskifti í rættlag, soleiðis at klárt hevði verið at stilla upp til fólkatingsvalið um stívliga tríggjar vikur.
Tað er ríkislóg nr. 458 um fólkatingsval í Føroyum, sum ásetur hvussu skal farast fram í sambandi við fólkatingsval í Føroyum.
Lógin tilskilar, at tað eru flokkar umboðaðir á Føroya Løgtingið, sum kunnu stilla upp til valið. Eisini kunnu einstaklingar stilla upp uttanflokka, men tað ber ikki til hjá hesum at stilla upp saman á einum lista, um teir skuldu ynskt tað.
Hetta merkir, at eitt nú Verkamannafylgingin, sum við næstseinasta fólkatingsval mundi gjørt eitt rættiligt tak við Øssuri Winthereig á odda, ikki hevði kunnað gjørt tað sama hesa ferð.
Søgan sigur okkum, at fleiri einstaklingar hava stillað upp uttanflokka, og onkur av hesum hevur eisini stillað upp á listasamgongu við politiskan flokk, og hetta hevur eisini verið avgerðandi onkuntíð. Hetta ber tó heldur ikki til á hesum komandi fólkatingsvalinum, sambært galdandi lóg. Hetta merkir, at tað ikki hevði verið, um teir skuldu ynskt tað soleiðis, hjá eitt nú Javnaðar- og Sambandsflokkinum og Fólka- og Tjóðveldisflokkinum, at sligið seg saman á ein lista. Í øllum førum ikki uttan so, at fólkafloksmenn eitt nú hoppaðu yvir á tjóðveldislistan, og sambandsmenn 20. november gjørdust javnaðarmenn.
Tað er heldur ikki nakað mark fyri, hvussu nógv valevni skulu vera á hvørjum flokslista sær, ella hvussu nógvir einstaklingar kunnu stilla upp uttanflokka. Eitt uttanflokka valevni skal hava millum 150 og 200 stillarar aftanfyri seg.