Eini 80 - 90 sleppa til arbeiðis

­ Vit væntað, at vit fara at taka ímóti 5.000 tonsum tilsamans, sigur virkisleiðarin

Eisini virkisleiðarin á virkjunum í Sandoynni, vágbingurin, Martin Hentze, væntar, at tað fer at bera til at hava fiskavirking í Sandoynni, soleiðis sum ætlan teirra er løgd til rættis.

Hann sigur, at á Sandi er ætlanin at arbeiða slatfisk. Talan verður um saltað fløk, flaktan fisk og uppsaging.

Sandoy Seafood hevur nevniliga keypt uppsagingarvirkið, Pesca Faroe, sum Rói Egholm í Havn átti, og tað seta tey á Sandi sær stórar vónir til.

Hinvegin Rói Egholm, og Kaj Leo Johannesen stovnað fiskasøluna Farex og teir fara at selja fiskin hjá Sandoy Seafood.


90 fólk og 5.000 tons

Á flakavirkinum í Skopun er ætlanin at arbeiða feskt og fryst og at lættsalta fisk at frysta.

­ Hendan samansetingin hóskar væl saman og ger, at framleiðslan á báðum virkjunum, kann verða so ratiuonell, sum gjørligt, sigur Martin Hentze.

Samansetingin ger eisini, at teir tað ber til hjá teimum at keypa heilar lastir og tað fara teir at leggja dent á. Kanska serliga bátarnar í oynni

Av tí sama væntar og vónar virkisleiðarin eisini, at tað fer at bera til at hava nøkunlunda støðugt arbeiði á virkjunum, hóast tað er hart at kappast um fiskin.

Men hóast kappingin er hørð, sigur hann, at tað hevur størri týdning at arbeiðsfólkið arbeiðir væl, enn at tey arbeiða skjótt

Tá ið framleiðslan er komin í rættlag, væntar hann, at brúk verður fyri einum 35 fólkum á Sandi og 45-50 fólkum í Skopun.

Enn er ymiskt at gera við virkið í Skopun, men væntandi verður tað latið upp í komandi viku.

Tilsamans hava teir roknað við at taka ímóti 5.000 tonsum av fiski, 2.000 á Sandi og 3.000 í Skopun.

Martin Hentze kemur av Fiskavirking á Toftum, har hann var virkisleiðari.

Góðskuleiðarin, Julian Thomsen hevur arbeitt á Kósini. Og stjórin,Egil Olsen hevur m.a. royndir av Eiði, á flakavirkinum á Tvøroyri báði undan og undir Fiskavirking á á Delta Seafood á Tvøroyri.

Á Sandi verður Niels Johs Tjaldrastein arbeiðsformaður


Gekk betri enn væntað

Hendan fyrsta dagin, arbeitt var, vóru bara 20 fólk til arbeiðis.

Hetta var mestsum fyri at royna maskinurnar og at gera tær seinastu stillingarnar.

Tað tók tveir tímar.

­ Tað sást eisini, at flakakonurnar vóru ikki í bestu venjing og at tað skuldi eitt sindur til, at finna stevið aftur.

Men aftaná dróg virkisleiðarin samanum.

­ Tað gekk nógv betri, enn eg hevði væntað. Maskinurnar hava staðið stillar í fýra ár, og fólkið hevði ikki rættiliga funnið stevið í fyrstuni.

Men hatta eru bara smáttarí, og tað fer alt at laga seg, segði hann.


Góður fiskur

Báði virkisleiðslan og báð-ir fiskasølumenninir vóru eisini sera væl nøgdir við fiskin. Fløkini vóru nossliga skorin, hóast onkrir smáfeilir vóru í tí allar stillingarnar vóru ikki 100%

Og teir sóu eisini, at talan var um góðan fisk.

­ Tað sæst á flakinum, at fiskurin er væl blóðgaður og annars væl hagreiddur umborð, sigur hann.

Hann segði eisini, at fiskurin var feitari, enn hann hevði verið leingi, tí hann hevur verið stak vánaligur. Og hann hevði sera góða skræðu, Skræan hevur stóran týdning, táið tú arbeiðir saltfisk, sigur Rói Egholm.