Einki avgjørt hjá Texaco

Enn er eingin avgerð tikin um skrivstovuna hjá oljufelagnum, har trý fólk starvast

Óvissað valdar eisini um skrivstovuna hjá oljufelagnum Texaco í Havn, har trý fólk arbeiða.

Jóhan Mac Donald, stjóri, veit ikki rættiliga at siga, um skrivstovan letur aftur í næstum. Hann hevur enn eingi boð fingið hesum viðvíkjandi frá høvuðsskrivstovuni í London. Men tað er nokk mest sannlíkt, at skrivstovan letur aftur.

­ Tað virkar eitt sindur løgið at hava eina skrivstovu her, tá vit ikki eru slopnir upp í part. Men boðini eru so ikki komin enn, sigur hann.

­ Sjálvandi eru vit skuffaði, tí vit mettu, at vit lótu inn eina góða umsókn, sigur stjórin hjá Texaco í Føroyum, Jóhan Mac Donald.