Hondbóltstos
- Tað er einki sum helst avgjørt enn. Vit hava framvegis møguleikan fyri gullinum, og hesum ætla vit okkum so avgjørt at spæla fyri.
Orðini eigur liðskiparin hjá Neistanum, Jacob Jónsson, tá vit eftir dystin spurdu, um hetta var eitt endaligt farvæl til gullmerkini hjá Neistanum.
Glottar at hóma
Hóast hetta, so skerst ikki burtur, at liðskiparin iðraði seg um tapið, og ikki minst mátanum, sum teir taptu uppá.
- Vit føra við trimum málum tíggju minuttir fyri leiklok, og tá eiga vit at halda. Vit missa tó takið á dystinum. Avslutta ov skjótt, heldur enn at taka okkum tíð, og so gekk tað bara galið.
- Eg dugi tó eisini at síggja glottar í dystinum. Í løtum í fyrra hálvleiki fáa vit verjuspælið at koyra, sum tað skal, og tað er í øllum førum at fegnast um, eins og Petur eisini stendur ein sera góðan dyst.
Fara at missa
Tá vit venda aftur til gullvónirnar, staðfestir liðskiparin enn einaferð, at her er einki tapt enn.
- Tapið í dag var eingin katatstrofa. Eg eri vísur í, at VÍF fer at missa stig. Hóast tað ofta verður sett upp soleiðis, so eru tað ikki bert VÍF og Neistin, sum eru før fyri at gera um seg. At kalla øll hini liðini kunnu gera ein vørr, og tað fara tey heilt víst. So mugu vit bara ansa eftir, at tað ikki er ímóti okkum, at hetta verður gjørt, sigur Jakob at enda.