Fyri fjórða ferð av fýra vann Firvaldur aftur í dag kappingina millum 5-mannafør við gentum. Harvið hevur gentubáturin av Tvøroyri fult stigatal, og tað skal nógv ganga øðrvísi í teimum trimum róðrunum, sum eru eftir í hesum róðrarárinum, um Firvaldur ikki fer at endurtaka FM heitið.
Undan jóansøku var ikki sørt av spenningi um júst henda róðurin. Tað komst av, at tað var sera tætt á Skálafjørðinum, tá ið Firvaldur bara var eitt knapt hálvt sekund undan Falki.
Men í dag var als eingin ivi. Í góðveðrinum á Vágsfirði fleyg Firvaldur avstað. Tað var skjótt, at fjarstøðan til teir bátarnar, sum royndu av bjóða av, var meiri enn ein bátslongd, og á málinum vóru meiri enn tvær bátslongdir aftur til Drekan, sum í dag tók næstfremsta plássið frá Báruni og Falkinum, sum endaði á fjórða plássi.
1 Firvaldur 05.36.12
2 Drekin 05.42.09
3 Báran 05.48.12
4 Falkur 05.53.09
5 Havfrúgvin 05.55.17
6 Sílið 05.59.11
7 Beinta 06.01.09
8 Royndin Fríða 06.02.10
9 Pílur 06.02.12
10 Kollur 06.05.05
11 Hulda 06.07.09
Støðan
1 Firvaldur 28
2 Falkur 22
3 Báran 17
4 Drekin 17
5 Havfrúgvin 13
6 Hulda 7
7 Beinta 3
8 Sílið 2
9 Svalan 2
10 Pílur 1