Einki mál í Gundadali

B36 er við í stríðnum um FM heitið, og VB/Sumba er í botnum. Í Gundadali hevur heimaliðið verið greitt omaná, men teir hava ikki megnað at skjóta mál.

Eina løtu hevur VB/Sumba verið væl við, og tað var um reppið, at teir løgdu seg á odda, tá ið B36 verjuspælari sendi ímóti sínum egna máli, men Jákup beindi bóltinum til horna.