Í dag boðar Klaksvíkar kommuna frá, at einki vatn er á eystursíðuni í Klaksvík.
- Neyðugt hevur verið at stongt fyri vatnleðingini á Grønabóli, og hetta ávirkar alla eystursíðuna í Klaksvík.
Lagt verður aftrat, at nøkur missa vatnið heilt, og onnur fara at uppliva avmarkað trýst á vatnleiðingini.
- Óvist er, nær vatnið kemur aftur. Haldið okkum til góðar, siga tey í Klaksvíkar kommunu.










