Einmælt afturvaldur til formann

Fimm av seks nevndarlimum vórðu afturvaldir á aðalfundinum í dag

Annfinnur Garðalíð heldur fram sum formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum. Tað er greitt eftir aðalfundin í felagnum í dag.

Tað eru 11 nevndarlimir í Skipara- og Navigatørfelagnum og á aðalfundinum í dag stóðu seks av teimum fyri vali. Og fimm av teimum vórðu afturvaldur og ein varð nývaldur.

Av teimum, sum stóðu fyri vali, varð Annfinnur Garðalíð fyrstvaldur, afturvaldur við 84 atkvøðum, Johan Eli Lyngvej Poulsen fekk 60 atkvøður,Niels Jørgen Nielsen fekk 57 atkvøður, Annfinnur Fagraklett fekk 48 atkvøður og Jón Bogi Guttesen fekk 38

Tey, sum annars eru í nevndini, eru Elias Zchariasen, Kristen Friis, Jørgen Nielsen, Leivur Kristiansen og Jákup Gøthe.

Sætti nevndarlimurin, sum varð valdur í dag, var Kristian Oskar Henriksen, sum varð valdur við 27 atkvøðum, og sostatt er hann einasta nývaldi nevndarlimurin. Hann varð valdur fyri Jan Haldansen, sum fór úr nevndini.

Nevndin skipaði seg á nevndarfundi beint eftir aðalfundin og eftir tann fundin er greitt, at formansskapurin í felagnum verður óbroyttur, tí Annfinnur Garðalíð varð einmælt afturvaldur til formann og Elias Zachariasen varð afturvaldur til næstformann.

Trýst annars á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá um aðalfundin