HERNAðARMÁL
Allir flokkar á løgtingi taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at avtaka hernaðarlógirnar, sum danska stjórnin hevur sett í gildi fyri Føroyar.
Tað vísir álitið, sum Rættarnevnd løgtingsins hevur lagt fyri løgtingið.
Allir flokkar taka undir við uppskotinum, sum hevur til endamáls at strika allar tær lógir og kunngerðir, sum ríkisumboðið hevur lðst í kunngerðarblaðnum B tann 27. mars, uttan at leggja tær fyri løgtingið til álitis.
Men hóast alt løgtingið fer at atkvøða fyri uppskotinum og harvið biða danskar myndugleikar um at taka lógirnar og kunngerðirnar, sum viðvíkja hervaldinum í Føroyum avaftur, so finst andstøðan at løgmanni í málinum.
Lág raðfesting
Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum sigur, at landsstðrið als ikki hevur givið málinum ta raðfesting, sum tað hevur uppiborið. Sipað verður til, at løgmaður er kunnaður um málið, sum skjøl í málinum eisini vísa.
? Løgmaður hevur við einki givið til kennar yvir fyri donsku myndugleikunum, at føroyingar í roynd og veru ongar viðmerkingar hava til, at allar hesar lógir og kunngerðir vórðu settar í gildi. Hann, ið tegir, hann samtykkir. Hetta tykist at hava verið galdandi í hesum máli, og tí er spurningurin, um løgmaður hevur røkt okkara áhugamál á ein fullgóðan hátt, sigur Kristian Magnussen.
Passivt
Sambandsumboðini í Rættarnevndini taka eisini undir við uppskotinum. Men Heðin Mortensen og Bárður Nielsen finnast eisini hvassliga at løgmanni.
? Í staðin fyri at mótmæla ella gera vart við hesa ætlan er landsstðrið passivt og rættir ikki hond frá síðu ella kunnar donsku myndugleikanar um Føroya støðu í tílíkum málum, siga teir báðir.
Sambandsflokkurin vísir á, at løgmaður var kunnaður meira enn einaferð um, at danskir myndugleikar ætlaðu at seta stóra lógarkompleksið í gildi fyri hervaldið í Føroyum.
? Hví hevur so løgmaður ikki mótmælt ella kunnað Løgtingið og danska verjumálaráðharran um sína støðu? Sambandsflokkurin átalar harðliga klossutu framferð løgmans í hesum máli og heldur hana harumframt vera ósømiliga. Men av prinsippiellum orsøkum tekur Sambandsflokkurin tó undir við málinum, siga Heðin Mortensen og Bárður Nielsen.