Kyndil: Steypafinalan hjá kvinnum er ein endurtøka av finaluni í fjør, tá Neistin vann á Kyndli. Í Kyndli vóna tey, at tað gongur hinvegin í ár, og Sophus Dal Christiansen, venjari, roknar við, at bæði liðini hava eins góðar møguleikar.
? Liðini eru jøvn, og tað kann lættliga enda við, at liðið sum hevur ein betri dag, vinnur, sigur Sophus.
Í Kyndli hava tey viðgjørt ósigurin móti VB seinasta vikuskifti.
? Vit hava tosað saman um, hvat hendi, og hvat vit gjørdu skeivt. Har má eg leggja afturat, at VB spældi væl. Kanska hugsaðu onkrir av mínum spælarum eina viku ov langt fram seinasta leygardag, men VB hevur eitt gott lið, eingin ivi um tað, sigur venjarin hjá kyndlakvinnunum.
Hann hevur allar sínar spælarar tøkar til dystin í dag.