Kjartan Kristiansen
Ognartøkulógin frá 10. mars 1994, ið ásetti, at livandi tilfeingið á føroysku landleiðini er ogn Føroya Fólks, hevur riðið føroyska fiskivinnu sum ein marra. Skal nøkur meining vera við slíkari ognartøku, má hon vera, at ognin skal verða vard móti týning, og at livandi tilfeingið skal vaksa og verða so fjølríkt, sum tað nú letur seg gera. Tann føroyingur, sum heldur tað liggja til grund fyri røktini av felagsognini í dag, má vera starblindur, og hann, sum trýr, at røktin tryggjar besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, hevur ikki betri sjón. Tá munu búskaparfrøðingarnir, sum nú halda upp á, at landskassin skal hava inntøku av felagsognini, vera nærri sannleikanum, heldur Kjartan Kristiansen
Kjakið í Føroyum um tilfeingisrentu og gjald fyri kvotur tykist ikki detta burtur. Tað er ikki eiti á tí týdningi, sum slíkar rentur og gjøld fara at fáa á virknið og lønsemið í føroyskum fiskiskapi. Summir vilja, at landsstýrið skal standa fyri slíkari sølu, meðan aðrir halda, at skipað átti at verið fyri einum kvotabanka, óheftur av politikarunum.
Tað kann ikki bara vera meg, tað undrar, at somu leikir endurtaka seg, og at vit í Føroyum ikki læra av ringum royndum. Í níti-árunum ognartóku vit føroysku flakavinnuna og løgdu hana undir Framtaksgrunnin, ið varð skipaður óheftur av føroyskum myndugleika. Síðan tá hava vit keglast um tað góða og tað ringa í, at politiski myndugleikin ikki hevur ræði á hesi felags ogn.
Grunnurin fekk í sínari skipan álagt at selja flakavirkini innan ávíst áramál. Hin vegin var tað helst ikki ætlanin, at fiskiríkidømið skuldi »seljast«. Hvussu er og ikki, so eru tey flestu flakavirki enn landsogn, meðan fiska- og alitilfeingi eru latin.
Fáur tykist nøgdur við »einskiljingina« av føroyska fiskiríkidøminum, men annar háttur var illa væntandi. Skipini vórðu ikki ognartikin, og ongin hevði helst ætlað, at tey ikki skuldu fáa loyvi at fiska. At brúka tíð og orku nú at kjakast um tilfeingisrentu, kvotugjald og kvotubankar er tíðar- og orkuspill. Tað er sum at royna at steðga kavabólti á ferð.
Vilja vit, at føroyingar skulu stýra fiskiveiðuumsitingini, mugu vit royna at fáa hana inn í eitt heilt nýtt spor. Tað gerst ikki í einum, men tað kann gerast fyri teir partar av fiskivinnuni, sum ikki longu eru heilt uttan fyri landsins ræði.
Fordømi í landbúnaðinum
Føroysk búnaðarjørð er býtt upp í hagar, ið verða stýrdir eftir reglunum í hagalógini. Lógin virkar uttan mun til, um talan er um ognarjørð, festijørð ella hagar við ognar- og festijørð.
Eitt hagastýri verður á hagastevnu valt millum eigararnar av haganum, á sama hátt sum nevnd verður vald í partafelag. Tað skipar seg sjálvt og setir stjóra, røktingarmann, at taka sær av dagliga rakstrinum.
Innan fyri tey mørk, ið lógin setir, taka eigararnir allar avgerðir um røktina av haganum. Munur er ikki á ávirkanini hjá festijørðini og ognarjørðini, og í flestu førum samvirka eigararnir upp á stás.
Føroyska festijørðin er ongantíð lógarliga lýst at vera ogn Føroya Fólks. Men sum yvirtikin fyrst frá katólsku kirkjuni og síðan kongi er ongin ivi um, at landið er verji av hesari felagsogn. Formliga verður hon í stórum enn umsitin eftir gomlum siði og lóg frá 1937. Men sum aðrir hava víst á, er tað almenna so vánaligur umsitari av felagsogn, at vinnur fara fyri bakka av hesi umsiting. Eg skal lata hetta evnið liggja her. Vinnuligan landbúnað hava vit so ikki, men landbúnaðarjørð, sum verður rikin í samogn (feli), er væl røkt uttan stuðulskipan av nøkrum slagi.
Føroya banki sum feli
Rættiliga stórt tal av fiskiskipum og útróðrarbátum hava og kunnu eftir umsókn fáa loyvi at fiska á Føroya banka.
Teir, sum eiga og nýta henda rætt, munu hava tann egináhuga í felag, at hvør túrur, teir gera, verður ein góður túrur.
Hugsaðu vit okkum, at teir einsamallir áttu livandi tilfeingið á bankanum, sótu teir eisini einsamallir við ábyrgdini av røktini av bankanum og ráddu fyri, at túrarnir altíð vórðu góðir. Teir høvdu verið leysir av Fiskimálaráðnum og politikarunum.
Bankin lá tá í samogn (feli), og kundi verið skipaður eftir nakað somu reglum, sum í hagalógini við teimum tillagingum, sum krevjast í einari bankalóg; men kortini við grundleggjandi reglunum um bankastevnu; hvar stevnan verður hildin, og um hvussu avgerðir verða tiknar.
Avbjóðingar
Nógvar verða avbjóðingarnar, um ein slík skipan varð gjørd fyri Føroya banka.
Hvørjir skuldu átt í, og hvussu stóran part skuldi hvør átt í bankanum? Ein háttur hevði verið at býtt ognarrættin millum teir, ið hava roynt á Føroya banka, síðan bankin varð latin upp aftur fyri fiskiskapi, og lutað teimum ognarrætt til, ið svarar til teirra part av skrásettu veiðuni hesi árini. Hesin lutur varð so tann partur, ið teir áttu hvørt ár av heildarveiðuni, ásett á bankastevnu, áðrenn veiðuárið byrjar. Tað bar eisini til at latið teimum, ið, tá skipanin verður sett í verk, høvdu ætlað at biðið um loyvi at fiska á bankanum. Hesir kundu so fingið ein minsta brotpart.
Øll, sum kundu fingið ognarrætt, eru longu heimahoyrandi í Føroyum, og ongin orsøk er til at gera broyting í hesum. So slepst eisini undan trupulleikum sum í smáum høgum við uttanbíggjarjørð.
Skulu eigarar hava rætt at selja sín part? Hetta átti at verið gjørligt, bæði at keypt og selt, men í skipanini kundi eisini verið kravt, at verandi eigarar høvdu fyrsta rætt at keypa.
Avgerðir um býti av fiskiskapinum taka eigararnir sjálvir á bankastevnu. Teir kundu sostatt sjálvir valt, um teir býttu kvotur ella fiskidagar millum sín í mun til teirra ognarlut.
Ein serlig avbjóðing er eftirlitið við, at ongin roynir ella fiskar meira enn tað, hann hevur ognarrætt til. Við kvotubýti kann verða kravt, at øll veiða verður løgd upp í Føroyum, meðan skipanir eru, sum gera tað lætt at hava eftirlit, hvussu leingi skip og bátar liggja á bankanum og royna. Bankastýrið fer við sínari umsiting at hava eftirlit við fiskiskapinum, og í øllum førum fara eigararnir at ansa eftir, at ongin teirra fer út um tað, hann hevur rætt til.
Onnur avbjóðing er, hvat kann fiskast hvørt árið. Hetta kann sum nevnt verða avgjørt á árligu bankastevnuni, og ongin fiskiskapur eigur at byrja, fyrr enn henda avgerð rættarliga er tikin. Náttúrliga kann verða kravt, at Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt eina meting av, hvussu stovnarnir á bankanum eru fyri, men eigararnir eiga avgerðina um, hvussu nógv kann verða fiskað, og í hvønn mun teir taka við metingini hjá fiskifrøðingunum. Teir svíða sjálvir fyri skeivum avgerðum.
Bankastevnan kann verða hildin ásettan dag í Tórshavn ella á øðrum plássi, har val av bankastýri og avgerðir verða tiknar sum á hagastevnum partvíst eftir ognarluti og partvíst eftir tali á eigarum. Ásett kann eisini verða, at til stórar broytingar krevst kvalifiseraður meiriluti, eitt nú um árlig veiða skal økjast ella minkast munandi, ella um annar veiðiháttur enn lína og snella skal verða loyvdur.
Trúliga eru aðrar avbjóðingar at taka upp, um ein slík skipan skal verða roynd, men hesar kunnu greiðast í fyrireikingini, sum átti at verið framd í samráði við felagsskapir, skip og fiskimenn. Sjálvt um tað hevur skund at fáa lagt føroyska fiskivinnu í nýggjar karmar, eigur ein slík skipan ikki at skrumblast í gjøgnum.
Ogn Føroya Fólks
Ognartøkulógin frá 10. mars 1994, ið ásetti, at livandi tilfeingið á føroysku landleiðini er ogn Føroya Fólks, hevur riðið føroyska fiskivinnu sum ein marra. Skal nøkur meining vera við slíkari ognartøku, má hon vera, at ognin skal verða vard móti týning, og at livandi tilfeingið skal vaksa og verða so fjølríkt, sum tað nú letur seg gera. Tann føroyingur, sum heldur tað liggja til grund fyri røktini av felagsognini í dag, má vera starblindur, og hann, sum trýr, at røktin tryggjar besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, hevur ikki betri sjón. Tá munu búskaparfrøðingarnir, sum nú halda upp á, at landskassin skal hava inntøku av felagsognini, vera nærri sannleikanum.
Hann eigur, ið brúkar. Føroya Fólk kann tí ikki eiga livandi tilfeingið við Føroyar, tí tað brúkar ikki hetta tilfeingið. Men tað kann og hevur eina skyldu at verja hetta tilfeingið. Teir, sum fiska ella brúka tilfeingið, eru røttu eigararmenninir. Soleiðis hevur tað altíð verið eisini uppi á landi.
Føroya Fólk sum verji av tilfeinginum eigur og kann skipa karmarnar um ognarrættin, eins og hetta er gjørt fyri jørðina á landi. Tað hevur meining at royna at skipa t. d. Føroya banka sum samogn. Men tað er meiningsleyst og tilfeingisoyðandi at brúka tíð og kreftir upp á tilfeingisrentur og uppboðssølur.
kjkr@trade.fo