Einskiljing  við 2015 eygum

Føroyameistaraheiti í einskiljing

Bogi Eliasen
cand.scient.pol


Tað skuldi verið so lætt at skilt. At skilja almenna geiran frá tí tí privata. Flestu hava skilt, at tað er neyðugt at einskilja fleiri av ognunum, sum í dag eru á almennum hondum. Onkrar orsakað av ógvusligu kreppuni í 90unum, aðrar tí tað av ymsum orsøkum er endað soleiðis. Tíðin í marknaðarbúskapinum varpar, at greiður skilnaður skal verða millum tað almenna og tað privata. Í álitinum um einkiljing lesa vit eisini, at tað er óheppið at tað, ið kann metast sum vanligt vinnuligt virksemi er á almennum hondum, bæði tí tað er kappingaravleðandi og tí at tað almenna í veruleikanum hevur eftirlit við sær sjálvum tá. Fleiri meta eisini, at størri lønsemi er, tá eigarin er privatur og ikki er tað almenna. Ein umráðandi partur av marknaðarbúskapi er, at tað almenna ikki skal verða partur av vinnu, ella í hvussu so er ikki í ov stóran mun. Fyri ikki so nógvum árum síðan var vanligt at hava t.d. stór almenn telefonfeløg við einkarrætti í landinum. Nú er meira sjáldsamt við einkarættinum og eisini vanligt, at hesar fyritøkurnar eru einskildar. Tað almenna hevur ofta eisini verið uppií flogferðslu og eitt nú eiga Danmark, Noreg og Svøríki enn 50% í SAS, meðan hini 50% eru á privatum hondum. Felagið fær tó ongan alemennan stuðul. Í Danmark eigur staturin eisini helmingin í ferjufelagnum Scandlines og Deutche Bahn AG hina helvtina. Danski parturin er fyrrverandi ferjuparturin av DSB. Scandlines siglur bæði innlendis í Danmark og til onnur lond.
Hvør skal keypa?
Ein spurningur sum havdur verður á lofti, er hvør skal keypa. Ymisk er hvat fólk meta um týdningin av hesum og eisini í mun til hvat. Ein leistur í alheimsgerðini er at fáa váðafúsan kapital til vega, eisini útlendskan. Í einkiljingarfrágreiðingini er nevnt, at tað eigur at verða hugsað um at einskilja soleiðis, at føroysk uppsparing eisini fær møguleika at verða við. Tvs, at tad eisini snýr seg um at fáa føroysku pengarnar sett­ar í virksemi her, og eis­ini at fáa útlenskan kapital inn. Men summar almennar ognir verða mettar at hava samfelagsligan týdning, og tí skal eisini einkiljast við krøvum. T.d. situr Føroya Tele á samskiftiskervinum, Strandferðslan á innan­oyggja­ferðing og partvís farmi og Atlantsflog á allari flogferðslu út­eftir. Aðrar vinnukendar al­mennar fyritøkur, sum eru bein­leiðis úrslit av kreppuárunum, eru t.d. Føroya Banki og Føroya Fiskavirking. Í fyrr nevndu fyritøkum ber til at seta krøv, um so er at tær skulu einskiljast, at tær framvegis skulu loysa nakrar uppgávur og at virksemi ikki verður flutt av landinum, tí talan er um uppgávur knýttar at undirstøðukervinum eins og brúk er fyri at halda servitan á økinum í landinum.
Hvat hendi?
Tað tyktisk sum um tað var ein politisk semja um bæði ein­skiljing og einkiljingargongd, hetta við støði í frágreiðingini um einskiljing og eftir raðfesting. Men tað hevur gingið nakað seinni, og so knappliga er næstan ein kapping millum avvarðandi Landsstýrismenn í gongd við at einskilja, og so varð ikki ein greið mannagongd longur, hvørki um hvussu ella hví og tað elvir til ótryggleika.
Fleiri orsakir
Orsakirnar er helst fleiri. Tá almennu áhugamálini og ogn­ir­nar eru so stórar í fyritøkum, sum eins væl kundu verið privatar, er talan eisini um vald. Politiska kervið skal her geva vald frá sær. Tað merkir eisini at løgtingslimurin, sum hevur ella heldur seg hava eitt ávíst vald á hesum almennu ognum skal geva tær frá sær, og tí minkar hann eisini sum sítt valdsrúm. Í hesum spæli kemur ein eginleiki við valdømum upp í, tí fleiri av hesum ognum hava ávirkan á lokalsamfeløg so ella so.
Eitt annað fyribrygdi er at fyritøkan og eisini leiðslan, sum einskiljast skal, kennir eina ávísa óvissu, serliga tá mannagongdir og treytir ikki tykjast at verða púra greiðar og tí eisini kunnu ávirka.
Málið úr eygsjón
Seinastu tíðina tykist tað sum málið er farið úr eygsjón. Tí um farið verður at einskilja bert fyri at einskilja, verður neyvan tað burtur úr, sum málið var í byrjanini. Niðurstøðan var at almenni geirin fyllir ov nógv í fyritøkum, sum kunnu metast at hoyra privata geiranum til. Tað hevur eina støðu, har tað almenna bæði lóggevur, hevur eftirlit og virkar á marknaðinum og tí ikki gjøgnumskygd. Helst er hetta eisini kappingaravlagandi eins og mett verður at størri virðir kunnu fáast burturúr, um so er at ognirnar eru á privatum hondum.
Treytir
Somuleiðis varð víst at partar av kervinum, sum skal einskiljast, eru partar av strategiskum áhugamálum, og tí ikki kunnu enkiljast uttan treytir. T.d. Føroya Tele og Atlantic Airways, sum sita á samskifti og flogmøguleikum úteftir. Aðrastaðni er sætt, at slík feløg einskiljast heilt ella partvíst, og í føroyskum høpi hevur talan eisini verið avmarkingar. T.d. við at høvuðsvirksemið ikki skal flytast av landinum.
Almenn ogn
Vit skulu minnast til, at ein av høvuðsorsøkunum til eina størri einskiljingarætlan, sum tosað hevur verið um í Føroyum, er at so stórur partur av virksemi sum kann metast sum vinnuvirksemi, er almenn ogn. Í okkara lítla samfelagi hevur ein óttin ver­ið, at við einskiljing fáa vit bert eitt privat monopol í staðin fyri eitt alment. Ein slík meting skal eisini gerast, men ein av broytingunum við alheimsgerðini, er at t.d. tænastur ikki eru staðbundnar á sama hátt longur og tí kann kapping verða á fleiri økjum, sum ikki kundu roknast við fyri 10-15 árum síðan. Einfaldu dømini har tað almenna als ikki skal vera uppi í, er virksemi við fiskivinnu, sum í dag er mikið umfatandi eins og í Føroya Banka.
Einskiljing í 2015
Løgmaður segði í røðuni á Ólavssøku, at ætlanir eru um at ein­skilja Føroya Banka, Atlants­flog, Føroya Tele, Farmaleiðir, Føroya Lívs­trygging og útlánsrøðirnar hjá Húsalánsgrunninum, hetta sum part av Visión 2015. Har­afturat søla av Fiskavirking. Enda­málið er at skapa greiðan skilnað millum almenna og privata geiran, frígeva kapital, og at geva borgarunum og virkjum møguleika at gerast eigarar.Tað liggur ikki neyðturviliga í kortunum, at allur váðafúsur kapitalur skal vera føroyskur. Tað varð lagt upp til at bíðast skuldi eftir bæði virðisbrævamarknaði og føroyskari pensiónsuppsparing, sum kundu gera íløgur í Føroyum eisini, og ikki sum í dag uttanlands. Men álitið um einskiljingar vísti á, at tað er eisini ynskiligt at fáa útlendskan kapital sum eina spjaðing av tí føroyska váðafúsa kapitalinum og eina spjaðing av føroyska váðanum. Og hetta kann merkja, at útlensk feløg seta seg á valdið í ávísum fyritøkum. Men tað má metast at verða ein náttúrligur partur av at vilja verða við í eini opnari alheimsgerð. Vilja vit verða við í altjóða menning, ber ikki til at verða bangin fyri øllum sum ikki er føtt í Føroyum. Tað fellur helst ikki í góða jørð hjá okkum øllum, at ein íslendsk fyritøka ynskir at keypa Elektron. Tað skal verða ein partur av spælinum, tí verri var um ongin vísti áhuga!
Broytir fyritøkur
Broyting av ognarviðurskiftum í eini fyritøku, merkir ofta at fyritøkan verður broytt, tí er tað ikki nakað eindømi fyri virkir, sum verða einskild, at broytingar fara fram. Tað at leiðsla, stjórn og starvsfólk kenna seg ótrygg, er púra náttúrligt tá broytingar skulu fara fram, tí eingin vitan er um nýggju eigararnar. Hesin ótryggleiki sær eisini út til at hava ávirkað, tí fleiri av eind­unum, sum einskiljast skulu, hava kærkomin arbeiðspláss. Tí er tað sjálvsagt mál hjá lands­politikkara valdur í tí økið, at taka sær av. Soleiðis er politikkur eisini.
Javnvágin
Einskiljingin í føroyskum høpi skal snúgva seg um, at almenni geirin ikki skal hava týðandi ognarrætt í privata geiranum. Hetta, bæði tí at tað órógvar javnvágini millum tað almenna og privata, og ger tað almenna ógegniligt í bæði eftirliti og lógarverki. Hetta eisini í eini sannføring um at slíkt virksemi klárar seg betri privat. Í okkara lítla samfelagi eru tó umstøður, sum kunnu elva til at tað ikki er heppið at einskilja, ella í hvussu so er uttan krøv at einskilja. Einskiljingin skal helst ikki gerast til privat monopol, og ávísar tænastaður skulu tryggjast, eins og tað skal tryggjast í ávísum førum at høvuðvirksemi ikki fer av landinum, tí tá missa vit eisini áhugaverd arbeiðspláss og servitan.
Grugg -
Seinasta tíðin ber brá av einum gruggi av at einskilja fyri at einskilja og í eini kapping mill­um Landsstýrismenn um at verða føroya skjótasti einskiljari. At virkir og starvsfólk og borgarar í heila tikið ikki kenna seg trygg, og at politikkarar tí hava lyndi til at vilja bakka og ikki tora at standa við avgerðina. Ein kanning í ÚF vísti ein stóran meiriluta fyri at Atlantsflog ikki skuldi einskiljast.
Tað verður sera trupult at ein­skilja, um ætlanin ikki hev­ur viðhald í fólkinum. Ótryggleikin sum nú er, valdast í hvussu so er partvís, tí at greiðar mannagongdir ikki eru um krøv og um hvør kann keypa. Skal seljast til ein strategiskan íleggjara, ella skulu partabrøv bjóðast út á virðirbrævamarknaðinum til vanliga føroyingin eisini. Ella er tað bert hægsta boð sum telur?
Sum onnur grein vísur á ídag, er einskiljingarspurningurin ikki so einfaldur, men sæð í einum 2015 høpi, átti tað at verði nógv greiðari hvat endamálið við einskiljing er.
Einki greitt svar tykist at verða, og tað órógvar!