Eitt realkreditlán kostar 1,5% aftrat rentuni, eitt sokallað bidrag. Tekur tú realkreditlán í Danmark, er bidragið í miðal 0,74% fyri alla skuldina. Ein munur á 0,76%.
Í 2014 gjørdi Kappingareftirlitið eina kanning, og ein av niðurstøðunum var: “Tað tykist ikki at vera nøkur eyðsædd orsøk til, at umsitingargjaldið hjá føroyska brúkaranum skal vera tvær til tríggjar ferðir hægri enn hjá danska brúkaranum”.
Tað er onki, ið týður uppá, at hendan niðurstøðan er broytt.
Vit hava ikki hagtøl um eftirstøður og húsagangir í Føroyum. Fólk í umhvørvinum siga øll við ein munn, at talan er um nærum onki tap fyri bankarnar á sethúsamarknaðinum í Føroyum, í hvussu so er nógv minni enn í Danmark og øðrum londum.
Tað er tískil onki, ið týður uppá, at bankarnir hava nakran rætt til at taka eitt so høgt bidrag.
Fastforrentað lán á 4.000.000 kr. yvir 30 ár hevur í Danmark eina rentu á 4% pluss eitt miðjal bidrag á 0,74%, í alt 4,74%. Sama lán í Føroyum kostar 5,5%.
Hesin munir kostar tey fyrstu 10 árini 204.000 kr. í eyka rentu. Hetta svarar til eitt heilt ársverk tey fyrstu 10 árini.
Karráar marknaðarkreftir til kundan og kappingarverju til bankar við yvirskoti á 500-600 mió kr. hvørt ár. Hetta bidragið skal minkast, um tað so er neyðugt við lóg.
Hetta er enn ein búskaparlig órímiligheit, ið eg ætlið mær at arbeiða fyri.
Vel Kim Hansen.
Hann meinar tað, ið hann sigur, og sigur tað, ið hann meinar.
Fyri teg, meg og Føroyar.












