- Eitt harmilig herverk

Longu áðrenn borgarstjórin í Havn var komin til arbeiðis í morgun, varð hann kunnaður um tann fyrsta av dagsins trupulleikum.

Í telefonini fekk Heðin Mortensen nevniliga at vita, at onkur hevði koppað standmyndini uttan fyri Keypssamtøkuna í nátt.
- Eg haldi tað vera synd at fólk soleiðis skulu hevna seg inn á eitt slíkt deytt ting.
- Hetta er ein vøkur standmynd, sum avgjørt er við til at fríðka um býin. Men hví ein skal gera so, tað skilji eg snøgt sagt ikki!, sigur borgarstjórin.
Eitt av dagsins samrøðuevnum er støðan hjá einum ávísum minnulutabólki í samfelagnum. Um hetta er orsøkin til herverkið móti standmyndini av teimum báðum kvinnunum skal vera ósagt.
Tað er í øllum førum óheppið, at fólk leika soleiðis í móti eini standmynd í Havnar býi.