Aftur í ár verður skipað fyri jóansøkubáli á Leynasandi.
- Eins og í fjør hevur kommunan aftur í ár heitt á svimjifelagið Hellufossur um at samskipa tiltakið.
Soleiðis siga tey í Kvívíkar kommunu, og í skránni sæst, at væl er samskipað.
Tað verður nevniliga nógv á skránni fríggjakvøldið hin 19. juni, og áheitanin hjá fyriskiparunum er:
- Komið við til eitt hugnaligt summarkvøld á Leynasandi.
Ein skrá er løgd fyri tiltakið, har Ævintýraferðin byrjar klokkan 18. Hetta er barnaundirhald við Búa E. Dam og Dánjali á Neystabø.
Klokkan 19 verða tað Guðrun Sólja Jacobsen og Janus Kampmann.
Jóansøkubálið verður tendrað klokkan 20, og ein tíma seinni spæla Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein.
Klokkan 22 verða tað Niclas Heri og Magni, sum fara at spæla og syngja vælumtóktu Dynamit-hittini.
Svimjifelagið Hellufossur fer at hava matsølu.
Á Leynasandi verður eisini høvi at sigla í gummibátum, og her verða eisini boing-bóltar á økinum.
- Vit gleða okkum at síggja tykkum, siga tey, sum skipa fyri jóansøkubálinum á Leynasandi fríggjakvøldið hin 18. juni.











