Trump hóttir við at taka ræð­ið á iranska olju- og gass­markn­að­inum

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir nú við, at USA fer at taka ræðið á stórum pørtum av iransku olju- og gassvinnuni.

Donald Trump sigur, at USA ætlar at taka Kharg-oynna og fáa ræði á iransku olju- og gassvinnuni. (Savnsmynd: Evan Vucci/Reuters)


Í einum uppslagi á Truth Social skrivar Trump, at USA innan stutta tíð fer at taka Kharg-oynna og onnur týðandi øki við olju- og gassundirstøðukervinum.

– Vit fara innan ikki so langa tíð at taka Kharg-oynna og onnur øki við oljuundirstøðukervi og taka fult ræði á teirra olju- og gassmarknaðum, skrivar Trump.

Kharg-oyggin liggur í Persaflógvanum umleið 25 kilometrar frá iransku strondini og hevur stóran týdning fyri iranska oljuútflutningin. Sambært fleiri metingum fer størsti parturin av iransku oljuni um hesa oyggj.

Trump skrivar samstundis, at USA fer at gera nýggj álop á Iran.

– USA fer at raka Iran sera hart í kvøld, skrivar hann í uppslagnum.

Í samrøðu við Fox News endurtók forsetin, at hann helst hevði sæð, at USA tók Kharg-oynna.

– Tað hevur altíð verið mín fyrimunur at taka Kharg-oynna, segði Trump sambært Reuters.

Hann legði tó afturat, at USA helst ikki fer at raka brýr og elverk í teimum komandi álopunum.

Útmeldingarnar koma eftir fleiri dagar við herdum stríðshandlingum millum USA og Iran. Mikukvøldið boðaði Trump frá, at amerikanskar deildir høvdu framt fleiri álop móti iranskum málum. Nakað seinni upplýsti iranska kollveltingarhirðin, at Iran hevði svarað aftur við álopum á fleiri amerikanskar herstøðir í Miðeystri.

Hóast hørðu hóttanirnar sigur Trump framvegis, at samráðingar eru í gongd millum USA og Iran við tí endamáli at fáa eina friðaravtalu upp á pláss.

 

Donald Trump sigur, at USA ætlar at taka Kharg-oynna og fáa ræði á iransku olju- og gassvinnuni. (Savnsmynd: Evan Vucci/Reuters)