Eitt javnari býti av ríkidøminum

Rákið í heiminum er, at virðini savnast á færri og færri hondum. Samstundis verður sjálvandi minni og minni til meinigu fólkini. Hetta rákið er tíverri eisini týðiligt í Føroyum.

Eg ynski eitt samfelag, har gjógvin millum høg og lág ikki er so stór – og har virðini verða javnari býtt.

Vit skulu hava stýr á útreiðslunum, so nýhugsan og nýskipanir skulu til. Men vit skulu eisini økja um inntøkurnar - og tilfeingirenta og tøkugjøld skulu regluligast regluliga, so ovurhonds stóru virðini koma vælferðasamfelagnum og vanliga føroyinginum til góðar.

Tilsamans gevur hetta eitt sunnari samfelag, minni spekulatión í fastogn og lægri prísir á t.d. bústøðum


X við Vígdis Bjarnadóttir