Eitt lív uttan strongd

Tíðindabræv frá Sofia Manning og Barbara Dahl týddi

Vit tosa um strongd, vit hoyra um strongd, og vit lesa um strongd. Vit kenna kanska enntá ein, ið hevur fingið strongd. Tey kendu fáa strongd fáa strongd, sjálvt strongd-serkøn og tey førandi innan økið verða rakt av strongd. Strongd letur til at vera nakað, vit øll tosa um og í fokus líkamikið, hvar vit venda okkum, so kanska er tað nakað um tað?

Eg hoyri ofta setningin: Tú má vera strongd við egnum virkið, coachútbúgving, fyrilestrum, brævkassa í “Alt for damerne” osfr. Men svarið er nei.

Vil tað siga, at eg ikki havi nógv at gera og havi nógv um oyruni og nógvar avgerðir, ið skulu takast? Sjálvandi ikki. Men eri eg strongd? Nei.

Í mínum eygum er tað stórur munur á at at vera strongdur og at hava nógv at gera, og tað er av stórum tídingi at umhugsa., haldi eg.

Eftir mínari sannføring gerast vit strongd tá vit føla mótstøðu ímóti veruleikanum. Ikki neyðvendigvís ein mótstøða vit eru vitandi um, men ein duld mótstøða uppá at góðtaka veruleikan sum, sum hann nú einaferð er.

Ímynda tær tveir púra eins arbeiðsdagar. Sama innihald, sama tíðaætlan og sama mongd av arbeiði.

Annan dagin kennir tú mótstøðu til alt tað tú skal. Alt samalt. Tú sigur alla tíðina tær sjálvum, at tú ikki kann hetta, at tað er ov hart, at tú ikki kann klára tað osfr. Hin dagin góðtekur tú veruleikan. Tú hevur framvegis líka nógv at gera, men tú góðtekur og fyriheldur tær til tín veruleika eina løtu i senn.

Nær hevur tú tað best? Hvør møguleiki virkar tú best við?

Eg trúgvi ikki, at strongd altíð handlar um at blíva betur til at leggja sína tíð til rættis. Eg minnist, tá eg var yngri og arbeiddi í einari súreplaviðalund. Vit vóru ein rúgva av stórum børnum, ið ár eftir ár hentaðu súreplir í summarferðiuni, fyri at vinna okkum lummapengar. Vit arbeiddu uppá akkord og høvdu nógvan skund. Men vóru vit strongd? Nei.

Ein av grundunum til at vit ikki blivu strongd, hóast vit arbeiddu skjótt fyri at vinna so nógv sum gjørligt, var at vit ikki gingu og hugsaðu: Á nei, eg eri ikki góð nokk, hini eru sikkurt nógv betur enn eg, tú er nokk eitt sindur dovin og lítið hugvekjandi (uinspireret) at arbeiða saman við í dag osfr.

Vi høvdu við øðrum orðum ikki mótstøðu ímóti veruleikanum, men góðtóku hann fult út.

Mítt meinig er, at strongd situr millum oyruni hjá okkum. Í hvussu er í byrjanini.

Strongdin stendst av einum innara negativum dialogi, ið fær loyvi at koyra sum ein vánaligur filmur, og sum stýrir sínum offri beint niður í eykenni av strongd, ið elva til sálarliga ójavnvág og líðing.

Tíanverri er hesin kunnleiki jú lang ífrá nokk til at forða fólkið í at blíva strongd. Fyri at koma strongdini til lívs krevur tað, at vit av álvara hyggja okkum sjálvi í eyguni og spyrja okkum sjálvi, hvat vit veruliga vilja og ikki vilja. Hvat eru okkara virðir, hvat er tídningarmikið fyri okkum, hvussu langt vilja vit fara – og fyri hvat?

Við øðrum orðum skullu vit syrjga fyri at taka nakrar rættar avgerðir, ið seta rammurnar fyri okkara lív, so vit hava minni lyndi til at blíva strongd.

Tað er eitt gott hugskot, at vit leggja til rættis nakrar góðar fríløtur, har vit koma burturfrá gerandisdegnum og fáa tíð og frið til at merkja eftir, hvat tað veruliga er, vit vilja við okkara lívið?

Eg fari sjálv fleiri ferðir um árið til “silent retreat” í USA fyri at blíva “lada upp” og hava tíð til mín sjálvs og mínar tankar.