Skála: Tað er als ikki veður til uttandura arbeiðið henda mikudagin í farnu viku.
Regnið oysir niður og tað er vindur, men tað forðar kortini ikki Regini í at útinna arbeiðið, sum hann hevur verið í gongd við síðani í heyst.
Kring Meinigheitshúsið á Skála er hann nú farin undir at laða ein garð, soleiðis at húsið verður vakurt, bæði uttan og innan.
- Tað regnar í dag, men fyri meg hevur tað einki at siga. Eg ynski bara, at hetta arbeiðið skal verða liðugt.
- Men tað skal kortini ikki gerast so skjótt, at tað gongur útyvir góðskuna, slær Regin fast. - Eg arbeiði fyri fermeturprís, men haldi ein lágan profil í so máta.
Regin Jóanesarson, sum fólk kanska kenna frá sendingini “Gevið gætur” í sjónvarpinum, er 65 ára gamla, er ættaður úr Funningi, men hevur búð í Vestmanna síðani 1972.
- Eg havi laðað seinastu 12 árini. Hóast arbeiðini kunnu vera ymisk stødd og tíð, er tað altíð ein fantastisk gleði, tá ein kann njóta tað lidna arbeiðið og kann hyggja eftir einum væl laðaðum garði.
Kavin forðar
Liðin eru fleiri ár síðani missiónsfólkið á Skála kundi taka nýggja meinigheitshús sítt í brúk.
Her verða hvørja viku skipað fyri einum hópi av andaligum tiltøkum, bæði fyri børn, ung og tilkomin inni í nýggju og væl innrættaðu hølunum.
Uttanveggja hevur tó vantað ymiskt at gera, og tí varð heitt á Regin Jóanesarson um at hampa um økið uttanfyri. Hetta arbeiðið umfataði at laða ein garð niðan ímóti Skálavegi og framvið meinigheitshúsinum.
Tey á Skála komu fram á Regin í eini lýsing, sum hann hevði í einum stevnublaði úyr Vestmanna. Her varð víst á eitt at verkum hansara, laðingin av eini trappu hjá dóttur hansara.
Regin tók fegin við hesi nýggju avbjóðingini hjá stýrinum í Meinigheitshúsinum, sum frammanundan hevði fingið góðkenning til ætlanina frá Runavíkar kommunu.
- Eg byrjaði í heyst, men tað hevur ikki verið so lætt at arbeitt allatíðina, tí veðrið hevur spælt mær eitt puss.
- Tann nógvi kavin í vetur gjørdi tað púrasta ógjørligt hjá mær at laða her, og tí hava nógvar pausur verið, sigur Regin við einum brosi. - Eg hevði fegin viljað arbeitt út í eitt, men tað hevur eingin møguleiki verið fyri tí.
Fast arbeiði
Regin hevur sum so ikki lært til grótlaðara, men hevur kortini altíð arbeitt við gróti, jørð og líknandi.
- Eg byrjaði faktist ikki at laða fyrrenn í 1999, greiðir hann frá. - Eg havi átt og annars koyrt gravimaskinu alt mítt lív.
Hann átti áður fleiri størri gravimaskinur, men hevur í dag bert eina lítla gravimaskinu aftrat sær. Hana kann hann tí lættliga taka við sær til tey ymisku arbeiðini hann ger.
Regin hevur arbeitt nógvastaðni kring landið, men tey seinastu mongu árinu hevur hann arbeitt rættiliga fast fyri Fuglafjarðar kommunu.
Millum tey mongu arbeiðini hann hevur gjørt her, er økið har standmyndin av kenda prædikumanninum, Victor Danielsen stendur, eins og laðaða økið kring Fuglafjarðar kirkju.
- Eg arbeiddi har frá 2002 til í fjørsummar, men nú eri eg so liðugur. Ja, tað vil siga, at teir hava biðið meg um at gera eina minni uppgávu fyri teir aftrat.
- Faktist, hevði eg ætlað mær at fara hagar í farnu viku, men tá var so mikið ringt veður, at tað var ikki hugsingur um at fara frá húsum, sigur royndi grótlaðarin.
Støkkur sundur
Áðrenn Regin bjóðaði seg alment fram sum grótlaðari, hevði hann frammanundan laðað okkurt heima hjá sær sjálvum.
Hann hevur laðað við ymiskum sløgum av gróti, tó mest við sonevnda Suðuroyar-grótinum, men higartil ikki við hagagróti. Aðrir laða mest við hagagróti, sum er munandi strævnari at fáa hendur á, men sum nógvum fólkum dáma væl.
Munur er sjálvandi á báðum grótsløgunum. Eitt sum sermerkir grótið úr Suðuroy er, at tú lættliga kanst arbeiða við tí og høgga tað til við góðum úrsliti. Men so kann tað brádliga støkka sundur, beint sum tú skalt seta tað á sítt pláss í garðinum.
- Ja, tað er sjálvandi ógvuliga ergriligt, um tú hevur arbeitt leingi uppá ein penan stein, og so støkkur hann bara sundur, beint frammanfyri tær.
- Men tað er kortini ikki verri enn so, enn at eg so bara kann brúka hann onkra aðrastaðni. Tað er ikki so lætt at fáa hendur á hesum grótinum longur, so tí verður hvør einstakur steinur brúktur, sigur Regin.
- Eg havi tó meiri av hesum grótinum á goymslu, so eg fái gjørt meg lidnan her á Skála sum einki.
Tol, tol og tol
Heilt síðani Regin Jóanesarson var 14 ára gamal hevur hann arbeitt úti, - fyrst við vegarbeiði og síðani arbeitt fyri seg sjálvan við maskinu og hond.
Ein avgjørd fortreyt fyri slíkum arbeiðum, og serliga tá talan er um at laða ein garð, er eygað: At hava eitt gott eyga, sum sær linjurnar og møguleikarnar í tí einstaka steininum.
- Men tað er kortini eitt ið krevst í hesum arbeiðinum, og tað er tol, tol og aftur tol, slær Regin fast.
At hann bæði hevur handalagið, køna eygað og tolið við sær í arbeiðinum, er vakri garðurin rundan um Meinigheitshúsið á Skála eitt prógv um.
fyri seg
Dia dugir
Ein annar kendur grótlaðari er Dia Jacobsen úr Leynum.
Teir hava arbeitt saman, og her hevur leynamaðurin verið hentur í ráðum hjá vestmenninginum.
Regin hevur tí sera nógv gott at bera starvsfelaga sínum fyri hansara nærlagni og dugnaskap.
- Jú, Dia, hann er óførur. Hann dugir, slær Regin fast.
Meðan Regin hevur arbeitt nógv fyri Fuglafjarðar kommunu, hevur Dia gjørt stórarbeiði fyri Sørvágs kommunu.
- Vit kendust frá fyrr av, og hevur hann verið ein sera góð inspirasjón hjá mær. Vit arbeiddu saman fyrr, men tey seinnu árini hava vit arbeitt hvør sær, greiðir Regin frá.