Eitt mál avgjørdi stórdystin

Fótbóltur: Tað gjørdist tætt og spennandi, tá HB og B36 hittust í Gundadali mikukvøldið, men stóra spælið var ikki at síggja

HB hevur ræðið í Havnini.

Tað er niðurstøðan eftir fyrstu uppgerðina millum stóru høvuðsstaðarfeløgini, HB og B36, mikukvøldið.

Høvið var landskappingini og umstøðurnar góðar. Ein rúgva av fólki var møtt til spennandi dystin, og týdningurin, sum dysturin hevði, var av slíkum slagi, at stóra fótbóltsspælið ongantíð kom til sjóndar.

Hinvegin gjørdist tað sera tætt og bæði liðini kundu í grundini farið við sigrinum, og javnleikur kundi eisini verið eitt hóskandi úrslit.

Men tað var nú HB, sum var omaná eftir teir 90 minuttirnar, og tað mundu vera fleiri enn HB-fólkini, sum fegnaðust um sigurin, tí B36 hevur verið í slíkum formi higartil í ár, at tað hevur verið ilt at fingið eyga á tað lið, sum skuldi steðga teimum. Men við tapinum móti HB, er nakað av spenningi komið aftur í toppin, og onnur lið enn B36, kunnu gera seg galdandi har.


B36 byrjaði illa

Fyrsti hálvi tímin av dystinum var mertkur av nógvum mistøkum, og serliga var tað B36, sum hesa løtuna tóktist vera illa fyri, kanska darva av nervum og kanska darva av, at fleiri av spælarunum høvdu spælt strævnan landsdyst sunnudagin.

Julian Johnsson, sum spældi sín lívs dyst á landsliðnum sunnudagin, fekk einki burtur úr móti HB, og tað er einki at siga til, at hann var troyttur eftir megnar avrikið móti Malta. Uni Arge og Óli Johannesen tóktust eisini vera nakað troyttir, meðan Jens Kristian Hansen og Jan Dam stóðu seg best av teimum, sum spældu landsdyst sunnudagin.

HB var betri fyrsta partin av dystinum, og teirra spæl var væl betri enn tað hjá B36. HB kom tó ikki til opnar kjansir móti sterku B36-verjuni, sum spældi væl, og besta tilboðið fyrra umfarið hevði B36, tá teir seinasta partin av fyrra hálvleiki komu meira við í dystin. Óli Johannesen hevði ein klokkukláran stútara, sum brast í tvørstongina hjá HB.


Á stólpan og út ­

eingin fylgdi upp

Í seinna hálvleiki hendi meira, hóast sjálvt spælið ongantíð kom á tað støðið, sum tey bæði liðini eru før fyri at spæla.

Nervin var alla tíðina til staðar, og tað lá í luftini, at eitt mál fór at avgera uppgerðina. John Petersen var nær við at skora, tá hann nakað úti í síðuni snýtti Kaj Leo Johannesen, og sendi bóltin móti málinum. Øll væntaðu at bólturin hevði beina kós í málið, og sjálvt hin álopsmaðurin hjá B36 gjørdi sær ikki ómak við at fylgja upp. Men bólturin rakti stólpan og var so beindur av vegnum av Jan Dam.

Eftir hetta álop gjørdist greitt, at Kaj Leo Johannesen ikki kundi halda fram í dystinum, tí hann fekk skaða í beini eftir tvídyst við B36-álopsmann. Eykamálverjin Bárður Johannesen, sum var á beinkinum, var tí tveittur fyri løvurnar, tá ein tími var spældur, men hann stóð seg væl, og B36 kláraði ikki at fáa bóltin fram við honum.

HB hevði eisini naskar royndir í seinna hálvleiki. Einu ferðina foraði bert stórspæl av Egini Høgnesen fyri, at HB skoraði. Tveir HB¹arar fingu í somu hending góðan møguleika at gera mál, men hvørgu ferðina eydnaðist teimum at fáa bóltin fram við Egini. Uni Arge hevði eisini eina aðra roynd, sum Egin tók sær av.

Men tað skuldi vera HB, sum fekk einasta málið í dystinum, og fyri B36-spælararnar má tað kennast løgið, at fáa slíkt mál ímóti sær.

HB tveitti innkast inn í B36-brotsteigin, fyrst fekk Gunnar Mohr høvdið á og síðani Jens Erik Rasmussen, og bólturin fór fram við øllum teimum stóru verjuspælarunum hjá B36 og aftur til Hallur Danielsen, sum var óvardur og kundi beina bóltin í B36-málið til 1-0 til HB.

B36 royndi at koma afturíaftur, men teir kláraðu ikki at annað enn at hava fitt av spæli og fáa nøkur mótálp ímóti sær.

Dysturin endaði við 1-0 til HB, og tað vóru teir svørtu og reyðu sera fegnir um. Teir eru komnir við í kappingina aftur, og teir hava skapt spenning í oddinum.

Sunnudagin hevur B36 enn ein truplan dyst, tá VB kemur á vitjan í Gundadali. HB skal spæla móti FS Vágar í Vágum.

(ek)