Eitt nýtt slag av tænastu

Framyvir nýtist ikki virkjum at seta heilt starv av til húsavørð, ella bíða eftir handverkara, um eitthvørt skal gerast. Nú ber nevnliga til at keypa sær rættin til húsarvørð ávíst tímatal um mánaðin

 

Nýtt virki


Tað eru teir báðir 29 ára gomlu havnarmenninir, Jens Kristian Hansen og Sámal Erik Hentze, sum nú fara undir at bjóða eitt nýtt slag av tænastu út.

Húsavarðartænastan er navnið á virkinum, og tað er júst sum húsavørðar, at teir báðir nú fara at bjóða seg fram. Ikki soleiðis sum vit vanliga skilja hetta, har eitt virki hevur ein fastan húsavørð í starv, men heldur hjá virkjum, har ein ávísur tørvur er á viðlíkahaldi, men har sum hesin ikki er nóg stórur til at seta fólk í fulltíðar starv. Serliga kann hetta hugsast at vera galdandi við bygningum hjá smærri og miðalstórum virkjum. Skulu hesi í dag hava ábøtur ella broytingar gjørdar, og neyðugi førleikin ikki er til staðar ímillum starvsfólkini, er neyðugt at fáa handverkarar at gera arbeiðið, og við tørvinum, sum í dag er á hesum, kann tað ofta taka langa tíð, áðrenn hesir eru tøkir.


Selja fastar tímar

Henda trupulleika ætla teir báðir at loysa soleiðis, at virki ella privatfólk nú hava møguleika at keypa eitt eftir avtalu ásett tímatal um mánaðin. Keypir kundin t.d. 10 arbeiðstímar um mánaðin, hava teir sostatt hesar arbeiðstímar hjá húsavørðinum um mánaðin. Eisini hava tey ta trygd, at tænastan eisini fevnur um bráðneyðugar ábøtur, soleiðis at til ber at fáa ábøtur gjørdar á miðjari nátt, um tørvur er á tí.

Tænastan leggur seg so eftir at hava eftirlit við, um alt nú er, so sum tað eigur at vera. Skulu vindeygu skiftast, onkur hurð rættast av o.s.fr., er tá ikki neyðugt hjá virkinum at hugsa um hetta, tí tað hava teir húsavørðar til. Møguleiki er so sjálvandi eisini at annað arbeiði verður gjørt, og verður hetta so gjørt sambært avtalu við húsavørðarnar.

Í stuttum siga teir seg átaka sær alt tað vanliga umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiði, sum er á vanligum virkjum, soleiðis at tað fyri virkisleiðsluna skal vera so ómaksleyst sum yvirhøvur gjørligt at halda bygningar og annað við líka.

Teir báðir húsavørðarnir, sum báðir hava útbúgving sum bygningssnikkarar, siga annars, at teir sum so eisini átaka sær alt tað vanliga handverkaraarbeiðið, sum fellur undir yrki teirra. Hornasteinurin í virkseminum er tó ætlaður at verða húsavarðartænastan. Báðir eru teir sannførdir um, at við eini slíkari skipan slepst undan, at ov stór útsving eru í virkseminum, og at tað tískil verður munandi lættari at leggja alt virksemi til rættis. Hetta merkir tó ikki, at tað teir bert koma at fáast við húsavarðartænastu. Eins og flestir aðrir innan yrkið, koma teir eisini at fáast við alt vanligt timbur- og snikaraarbeiði, geva tilboð upp á ávís arbeiði, o.s.fr.

At tørvur er á slíkari tænastu eru teir heldur ikki í iva um. Virksemið er sett at byrja 1. mars, men longu nú hava teir verið í sambandi við fleiri virki, og fyrstu sáttmálarnir eru longu komnir undir land.


Mótstøðumenn og viðleikarar

Um teir báðar er annars stutt at siga, at tað helst er frá fótbóltinum, at fólk flest hava borið við navn teirra. Jens Kristian er sum kunnugt liðskipari á bæði B36 og A-landsliðnum, meðan Sámal Erik í fleiri ár hevði týðandi leiklut á miðvøllinum hjá HB. Har hava teir í mong ár verið mótstøðumenn, tá dystir hava verið millum tey bæði havnarliðini, men tað er so ikki bara sum mótstøðumenn, at teir kennast.

Við 14 daga millumbili fóru báðir tveir í læru hjá Havnar Træsmiðju í 1988, haðani teir báðir tóku sveinabræv á heysti 1992. Hetta var annars ikki hin besta tíðin at standa sum nýútlærdur hondverkari, men í fyrstu atløgu sluppu teir báðir kortini at halda fram hjá virkinum.

Síðani hava teir í hvør sínum lag fingist við handverk sítt ymsastaðni í miðstaðarøkinum, men frá 1. mars at rokna, verður tað aftur í felag, at teir báðir húsavørðarnir fara til verka.