- Eitt páskaminni fyri lívið

Ein toftagenta er millum næmingarnar á PVE eftirskúlanum í Mariager, sum fyri stuttum hava verið í Kenya og sum á páskum eru í Føroyum, har teir fara at luttaka við fleiri páskatiltøk. ? Eg vóni at vitjanin verður eitt minni fyri lívið, sigur 17 ára gamla Guðri Tausen.

Skúlavitjan: Nógvir føroyskir ungdómar hava millum ár og dag verið á donskum eftirskúlum, og viðhvørt hava teir saman við floksfeløgunum vitjað í Føroyum.
Nú á páskum vitjar ein 10. flokkur frá PVE eftirskúlanum í Mariager - áður Pinsevækkelsens efterskole - í Føroyum. Tey koma henda vegin skírisdag, og tey fara avstað aftur týsmorgunin eftir páskir.
Millum næmingarnar er 17 ára gamla Guðri Tausen av Toftum. Í flokkinum eru seytjan næmingar og tríggir lærarar koma saman við teimum henda vegin.
Undir vitjanini skal flokkurin luttaka í opið hús tiltaki á samfelagsstevnuni í ítróttarhøllini í Runavík langa fríggjakvøld. Leygarkvøldið skulu tey luttaka á páskastevnuni í Kelduni í Skálafirði, og fyrrapartin páskadag skulu tey vera við á møtinum í Lívdini í Hoyvík.

Við lív og sál
Danskir skúlanæmingar, og ikki minst teir á eftirskúlum ferðast ofta og nógv. Ferðin til Føroya er ikki tann fyrsta hjá hesum flokkinum í hesum skúlaárinum.
Í februar vóru tey í Afrika, har tey í tvær vikur vitjaðu skúlar og hjálptu børnum, sum eru heimleys og tískil liva so at siga á gøtuni. Ferðin var partur av vallærugreinini, sum tey kalla 10+.
Farið varð úr Danmark 3. februar. Málið við ferðini var at stuðla danska trúboðaraparinum Súsonnu og Leif Madsen í teirra arbeiði.
Tey hildu til í Nakuru, sum er ein av stóru provinsbýunum. Har vitjaðu tey skúlar og luttóku í barnaarbeiði. Nøkur hjálptu til við at byggja eina kirkju í einum býi, sum eitur Eldoret.
Undan fráferðini úr Danmark høvdu næmingarnar fyrireikað seg í fleiri mánaðir í at venja dukkuteatur, dans og drama, sum tey á ferðini nýttu sum amboð at boða kristna boðskapin.
Í vikuskiftunum vitjaðu næmingarnir lokalar kirkjur. Tey luttóku og vóru eisini eygnavitni til, hvussu afrikanararnir leggja lív og sál í, tá ið teir eru til gudstænastu og ikki minst, tá ið teir syngja.
Høvið var eisini at vitja í eini av tiltiknu tjóðarparkunum í Kenya. Úr bussinum sóu tey villu djórini, og í hesum sambandinum vitjaðu tey eisini eina masai bygd. Stolti ættbólkurin, sum er kendur fyri litføgru búnarnar og prýðislutirnar livir og húsast framvegis, sum fólk á okkara leiðum gjørdu fyri nógvum hundrað árum síðani.

Eygnavitni
Fyri at fíggja ferðir sum hana til Kenya og nú til Føroya arbeiða næmingarnir á PVE eftirskúlanum nakrar tímar um vikuna á verksmiðju, sum framleiðir leikur.
- Eg havi fingið ógvuliga nógv burturúr ferðini til Afrika. Á slíkari ferð verða nógvir lutir settir í nýtt ljós. Ikki minst tá ið tú ert eygnavitni til neyðina, sum er gerandisdagur hjá nógvum í Afrika.
- Her hugsi eg serliga um børnini á gøtuni, sum vit hittu og tosaðu og spældu við, sigur Guðri Tausen.
Eingin av floksfeløgum hennara hevur verið í Føroyum áður.
- Og tí vóni eg, at vitjanin her á páskum fer at vera eitt minni fyri lívið hjá teimum, sigur 17 ára gamla toftagentan.