Eitt ártíggjund endar

Vit njóta nú seinastu dagarnar av árinum 2009, og í morgin halda vit gamlaárskvøld og skjóta eitt ár og eitt ártíggjund aftur um bak. 00’ini vóru árini, har miðlaheimurin næstan varð kollveltur.

Stórar rembingar og broytingar hava verið, og tíðindini ferðast skjótari enn nakrantíð. Internetið hevur sett ferðina munandi upp, og skalt tú verða fyrstu við tíðindum, skalt tú verða skjótur – sera skjótur - í vendingini, og tú kanst ikki rokna við at hava nakað fyri teg sjálvan í langa tíð.


Hetta setir eisini krøv til miðlarnar, sum kapprenna um somu søgur, men eisini royna at grava okkurt fram, sum teir kunnu borðreiða við eksklusivt. Men tað er trupult, og samstundis sum internetið hevur gjørt tíðindi ókeypis, stríðast miðlar við at finna nýggjar inntøkukeldur, sum kunnu fíggja teirra virksemið. Brúkarin hevur upplivað eina óvanliga stóran vøkstur í tíðindum og upplýsingum, sum tað ber til at sleppa fram at við øllum hugsandi miðlum á borðinum, í bilinum ella í hondini, og hendan junglan hevur eisini havt við sær eina avskepling av, hvørji tíðindi eru týdningarmikil, stór ella viðkomandi. Kriteriini fyri tíðindum hava hug at broytast, nú øll kunnu lesa alt ella skriva alt umvegis internetið.


Sosialurin hevur í 2009 roynt at givið sínum lesarum eina fjølbroytta mynd av tí, sum fyriferst í føroyska samfelagnum. Sosialurin er partur av samtakinum, sum eisini umfatar tíðindapartin á Portalinum, Rás2 og Miðlahúsið. Hetta gevur møguleikar at framleiða ymiskt tilfar til ymiskar miðlar og brúka tær styrkir, sum teir ymsu miðlarnir hava. Í hesum serblaði – tí seinasta í hesum árinum – varpa vit ljós á nakað av tí, sum Sosialurin hevur latið sínum lesarum í ár. Hetta er á ongan hátt ein fullfíggjað mynd av árinum, ið fór, men nakrar úrvaldar greinar, sum hava verið í Sosialinum farna árið.


Vit takka við hesum fyri 2009 og ynskja øllum eitt gott 2010!


Sosialurin