Eitt slakt kvøld hjá føroyingunum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Tríggir føroyskir landsliðsleikarar sluppu ikki nógv upp í part í kvøld

Sæð við føroyskum landsliðsbrillum gjørdist tað ikki eitt gott kvøld í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu stórt 22-36 fyri verandi meistarunum, Esbjerg á útivølli. Esbjerg var á odda 19-13 í steðginum.

 

Tað eydnaðist bert Rakul at bjarga einari av 14 málroyndum hjá Esbjerg ta tíðina hon var á vøllinum. Kappingarneytin, Ida Marie Pedersen bjargaði átta av 26 málroyndum, og stóð seg sostatt betri í kvøld.

 

Liðið hjá Janu Mittún, Viborg tók ímóti liðnum hjá Pernillu Brandenborg, Keypmannahavn á heimavølli í kvøld.

 

Keypmannahavn vann dystin 25-24. Viborg var annars á odda 16-13 í steðginum. 

 

Jana slapp ikki nógv upp í part í kvøld. Pernille skoraði eitt mál fyri Keypmannahavn. So tað gjørdist tíverri ikki tann føroyingauppgerðin ein hevði vónað.