Fótbóltur
Ikki síðani Poul Petersen, sáli, skrivaði bók um fótbóltsvenjing fyri 60 árum síðani, hevur føroyskur fótbóltur fingið eina veruliga venjarabók á føroyskum.
Tí var tað ikki ónáttúrligt ein hátíðarkendur dámar, tá FSF í gjár skipaði fyri móttøku, nú nýggj bók um fótbóltsvenjing kemur á marknaðin.
Rithøvundarnir eru Jógvan Martin Olsen og Johan Nielsen, sum báðir teljast millum royndastu og best útbúnu venjararnar í landinum. Og at tað júst vóru hesir báðir, sum hava latið tilfarið úr hondum, var nakað, sum Rúni Heinesen, formaður í útbúgvingarnevnd FSF’s fegnaðist um á móttøkuni.
Í breiðari merking
Um innihaldið í bókini vóru tað í størstan mun høvundarnir sjálvir, sum greiddi frá, og einamest Jógvan Martin Olsen. Ikki tí hann endiliga royndi at troka seg framat, men heldur tí Johan Nielsen sær sjálvum so líkt ikki vildi gera stórvegis háva av sær sjálvum.
Føroyski landsliðsvenjarin segði, at upprunin til bókina liggur eini trý ár afturi í tíðini.
- Í starvi mínum hjá FSF arbeiddi eg við leikaramenning. Sum partur av hesum sendi eg skriv til landsliðsnevndina, har eg greiddu frá nøkrum tankum um talentvenjingar fyri bestu spælararnar í landinum. Og eftir at hava tosað aftur og fram um hetta, fekk eg so áheitan um at gera skrivligt tilfar, sum kundi nýtast í hesum sambandi.
- Tá tann setningurin var greiður, helt eg tað vera upplagt, at eg royndi at fáa Johan við í arbeiðið. Tað er eingin ivi um, at hann er okkara fremsti venjari, og royndirnar hjá honum eru helst eins stórar, sum hjá øllum okkum tilsamans.
- Upprunaliga var tankin so, at talan skuldi verða um tilfar, sum var vent móti fremstu spælarunum í landinum. Vit savnaðu okkum tilfar úr alskyns ættum. Videobond, bøkur og hvat veit eg. Bæði úr Norðanlondum, Hollandi, Onglandi, Fraklandi, Italia – ja, enntá úr Ný Sælandi. Rúgvan var øgilig, men vit settu okkum so at grava okkum ígjøgnum. Skjótt gjørdust vit tó samdir um, at tað nyttaði lítið at gera eina bók um elituvenjing burturav her í Føroyum. Skuldi bókin verða fótbóltinum at frama, mettu vit tað vera týdningarmikið, at hon eisini tók atlit til breiddina, og tað hava vit so roynt.
Sosiali týdningurin
Og samsvar er heilt greitt millum tað, sum Jógvan Martin førdi fram, og tað, sum ein skjót gjøgnumgongd av innihaldinum sýnir.
Tí talan er um eina fótbóltshondbók – fyrst og fremst til venjarar – sum veruliga tekur breið atlit. Bæði hvat viðvíkur torleikastøði, aldursbýti og sosiala partinum, sum eisini er so týdningarmikil í fótbólti.
Ikki minst er bókin serstakliga greið innan menningina hjá ymsu aldursbólkunum. Bókin inniheldur at kalla eitt pensum um, hvat spælarar eiga at duga í ymsu aldursbólkunum, umframt hópin av venjingum, sum kunnu vera við til at menna ymsu førleikarnar.
Og ikki minst, so setir bókin eisini krøv til venjarar. Ella rættari sagt, so peikiar hon á nakrar av eginleikunum, sum ein venjari helst skal hava innan ymsu aldursbólkarnar. Sosiala tilvitanin er jú púrasta ymisk, um tað eru 8- ella 18-ára gomul, sum eru partur av venjingini, og fyri trivnaðin – og harvið menningina - hjá spælarunum er hetta av ovurstórum týndingi.
- Tú kanst seta tær sjálvum spurningin, hvat tað er, sum vit ynskja okkara børnum. Fyrst og fremst, so vilja vit hava, at tey skulu trívast. Hartil sýna greiningar, sum eru gjørdar, at trivnaðurin og sosiali parturin fylla so sera nógv, tá tosað verður um orsøkir at spæla fótbólt, segði Jógvan Martin. Ein útsøgn, sum millum annað er grundað á kanningar hjá Pæturi Clementsen um orsøkir til fráfall frá fótbólti. Hendan sigur, at til samans 57% av fráfallunum stavast av, at venjingin ikki er stuttlig, ella at venjarin ikki er nóg góður.
Ikki ævigur sannleiki
Tá tosað hevur verið um føroyska fótbóltsvenjing seinnu árini, so hava atfinningarnar ofta verið, at hendan í stóran mun er eitt avrit av danska fóbóltsskúlanum. Ivaleyst hevur DBU-venjaraútbúgvingin sín part av orsøkini fyri, at kritikkurin vendir tann vegin, men nærum av tilvild er hetta als ikki nakað, sum eyðkennir bókina.
- Tað hava vit slettis ikki hugsað um. Men í gjárkvøldið tosaðu eg og Jógvan Martin um hetta, og brádliga funnu vit útav, at av øllum tilfarinum í bókini, er einki sum helst tikið úr DBU-tilfari, segði Johan.
Og so legði hann afturat, at hann sum so ikki var so heitur fyri tosinum um ymsar fótbóltsmentanir.
- Tað kann sum so gera tað sama, um tú spælir fótbólt í Brasilia ella í Føroyum. Tingini, sum tú skalt duga á vøllinum, eru kortini tey somu. Og tað eru hesi ting, sum vit hava roynt at fingið við í bókina.
- Tá tað er sagt, so skal eg alt fyri eitt siga, at bókin ikki inniheldur alt um fótbólt. Har eru nógvir lutir, sum eg fegin hevði vilja havt við afturat. Bæði um taktiska og fysiska venjing. Men onkra staðni skal ein avmarking jú eisini vera. Bókin er fyrst og fremst ætlað at læra nakrar teknikkir at kalla. Tað ber jú ikki til at siga akkurát, hvussu hetta skal nýtast í dysti. Tá eru tað jú so nógv onnur viðurskifti, sum spæla inn, segði hann.
Tað kundi so bent á, at okkurt tilfar afturat kundi verið í væntu frá teimum báðum. Um hetta varð ikki sagt so nógv ítøkiligt, men tað man lítil ivi vera um, at vitanin hjá einum venjara sum Johan, er nóg stór til nógvar bøkur. At ein av hesum nú er givin út, er ein sonn gáva til føroyska fótbóltin, um hesin skal vinna framá.