Hvar gongur markið? Sum støðan er nú, er einki mark fyri, hvussu nógvar bústaðir tú kanst eiga. Tá bústaðir verða keyptir sum íløga, er endamálið sjálvsagt at forvinna upp á teir. Tað ger tað truplari hjá vanligum familjum at seta sær bústað. Prísirnir fara upp, og onnur sleppa ikki framat, tí pengasterk fólk kunnu keypa undan vanliga fólkinum.
Húsamarknaðurin er ikki óendaligur, og tað er ikki bara eftirspurningur eftir smáum íbúðum – hóast tað eisini manglar! Tað eru eisini familjur, ið leita eftir “vanligum” heimi. Tí mugu vit tryggja, at tey, ið longu eiga nógv, ikki forða vanliga borgaranum í at sleppa inn á marknaðin.
Tí má spekulatión á húsamarknaðinum ikki loysa seg. Tað eigur at vera eitt mark fyri, hvussu nógvar bústaðir ein kann eiga, áðrenn skipanin setur inn. Bústaðir skulu fyrst og fremst vera heim hjá fólki, ikki ein møguleiki at forvinna upp á.
Bústaðir skulu vera heim – ikki spekulatión.
René Karbech Rasmussen / Facebook
Javnaðarflokkurin











