Eivind Niclasen 85

Mikudagin fylti Eivind Niclasen í Klaksvík 85 ár

Hann er føddur og uppvaksin í Sørvági, sonur Elisabeth og Óla Niclasen. Elisabeth var ættað úr Sørvági, meðan Óli var sunnan av Bø. Bøur var bygd, sunnan fyri Kirkjubø, sum varð avtoftað fyri mongum árum síðan. Eivind átti seks brøður og tvær systrar, av teimum livir bert yngsti beiggin, Hans David, eftir.
Í 1943 giftist hann við Elly úr Norðistovu í Klaksvík. Tey eiga børnini, Karolinu, Ólav og Ragnar.
Í nógv ár sigldi Eivind sum skipari og stýrimaður, til hann tók starvið í reiðarínum, Vesturvón, eftir beiggja sín Jóhannes, tá hann brádliga doyði í 1969.
rs