EKVIPAGE

Beinta Vilhelmsen, skraddari, pyntaði tær báðar, Marin H. Eidesgaard og Sigurbjørg F. Nielsen, sum vóru í starvsvenjing á Rákinum fyri nøkrum vikum síðani.

Konfirmanturin er dóttir Beintu Vilhelmsen og eitur Una Nielsdóttir Galan. Hon verður konfirmerað komandi sunnudag í kjólanum, sum mamman hevur seymað, og sum hon sjálv er komin við hugskotinum til. Kjólin er úr hvítum leðri, hevur reyðar selar og bindiband á rygginum.