Eldborg Fisk setir lív í gongugøtuna í Havn

- Vit selja í Havn í dag og í Saltangará í morgin, sigur Óli Johansen hjá Eldborg Fisk.

Í dag er Eldborg Fisk, sum Óli Johansen á Tvøroyri egur og rekur, í gongugøtuni í Havn við frystibilinum, og vitjanin hjá "suðringinum" í høvuðsstaðnum setir altíð eitt ávíst lív í miðbýin í Havn.

 

- Vit byrjaðu at selja her í morgun klokkan 09.30, og vit fara selja til klokkan 17.30. Í morgin verða vit við fiskabilinum við býráðsskrivstovuna hjá Runavíkar kommunu í Saltangará, sigur Óli Johansen.

 

Hann vísir á, at tey plaga at verða í gongugøtuni í Havn fríggjadagar, men tað er onkur fríggjadagur, sum gleppur burtur ímillum, har tey ikki eru.

 

- Tað er altíð fríggjadag, at Eldborg Fisk er í Havn við sínum fiskavørum, og síðan plaga vit at fara út um landið aðrar dagar, sum eitt nú í morgin, tá vit verða í Saltangará, sigur Óli Johansen.

 

##med2##

 

Í gongugøtuni í Havn í dag hevur Eldborg Fisk allar hugsandi fiskavørur og meira enn tað.

 

- Nú er aftur ræstur fiskur og sera góður nýggjur kalvi. Vit hava eisini turran og nýbankaðan fisk, turra grind og turrsaltað spik. 

 

Øll vøran hjá Eldborg Fisk er virkað í løggildum hølum og fiskabilurin, sum er ein reinur og snotuligur frystibilur, eru fullur av alskyns góðum matvørum og døgurðamati.

 

Tey, sum vilja vita meira um vøruútboðið hjá Óla Johansen, kunnu hyggja inn á heimsíðuna - www.eldborgfisk.com

 

##med3##

 

 

 

 

Her eru alskyns fiskavørur - og aðrar vørur við á borðinum hjá Eldborg Fisk.

Eldborg Fisk hevur ein reinan og snotuligan frystibil við sínum vørum.