Tað eru góðar orsøkir til, at Martin Klein Joensen er givin í Njarðvík í Íslandi, og er aftur at finna í Sarpugerði.
Frágreiðingin er hendan:
Martin hevur valt at siga sáttmálan upp við Njarðvík, og hetta er av praktiskum ávum, ið uppstóðu aftaná seinasta eldgosið í Grindavík, tá yvir 4000 fólk blivu heimleys. Hetta broytti støðuna hjá felagnum nógv og teir mistu nakrar íbúðir, har leikarar hjá Njarðvík skuldu búgva, og var Martin noyddur at flyta í íbúð saman við tveimum øðrum leikarum, har hvørgin teirra tosar enskt, men bert portugisiskt. So har var ómøguligt at samskifta.
Martin flutti fyri tveimum vikum síðani til Reykjavíkar í eitt kamar, og misti harvið tað dagligu sosialu gongdina í Keflavík, har samanhaldið var gott ímillum serliga hann, og hin áleyparin, Oumar sum búði í íbúðini við síðunnar av hjá Martini.
Martin hevur verið noyddur at koyra teinin Reykjavík - Njarðvik, sum tekur alt frá 45 minuttir til ein tíma og 20 minuttir, bara annan vegin. Ferðslan kann tíðum vera sera drúgv.
Alt bleiv tí bara ov møtimikið, og Martin valdi tí heldur at koma heim aftur fyri at royna at vinna FM við Víkingi.
So eldgosið forkom eisini fótbóltstilveruni hjá einum ungum føroyskum leikara.
Víkingur spælir móti 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági í morgin klokkan 17.