Eldur umborð
Eldur kom í maskinrúmið á vestmannatrolaranum Grønanesi, tá hann var á veg heim úr Skagen, har skipið hevur fingið stóra umvæling.
Tað var fyrrapartin hósdagin, at ein ógvuslig spreinging var í maskinrúminum, sum beinanveg stóð í ljósum loga, og nógvur roykur var um alt skipið, greiðir Pauli Poulsen, skipari á Grønanesi, frá.
Teir vóru á veg til Føroya úr Skagen og vóru staddir einar 12 fjórðingar úr Egersund í Noreg, tá eldur kom í.
MRCC fráboðan var beinanveg send, men hon virkaði syndarliga illa, sigur Pauli Poulsen. Ikki fyrr enn ein hálvan tíma seinni ringdi ein norsk støð aftur og spurdi, um nakað feilti umborð. Og tað gingu fýra tímar, til hjálparskip kom til teirra. Men tá vóru teir sjálvir lidnir at sløkkja eldin. Pauli Poulsen sigur, at hann kallaði eisini á Tórshavn Radio, sum tó hoyrdi teir sera illa.
Tá eldurin var kyknaður, varð maskinrúmið beinanveg læst av, og halonanleggið sett í gongd. Tað sløkti tað mesta av eldinum, men ikki var hugsandi at koma til fyri hita.
Tá eldurin var minkaður munandi, fóru tveir mans niður í maskinrúmið at sløkkja tað seinasta við eldsløkkjarum.
?Tað var rættiliga vandamikið, tí eingin roykkavaraútgerð var umborð, og halonanleggið hevði verið í gongd. Seinni hava vit so merkt tað aftur, sigur Pauli Poulsen. Teir hava kent seg illa, og bæði spýð og latið av hinum endanum.
?Tað er heilt vist, at vit loysa ikki aftur, uttan roykkavarútgerð er umborð, sigur hann heilt avgjørdur.
Grønanes liggur nú í Egersund, og tryggingin er við at taka støðu til, hvat gerast skal við skipið. Maskinrúmið hevur fingið stóran skaða. Høvuðsmotorurin er nakað skaddur, meðan allir kaðalar og rør eru brend av í hitanum.
Norðmenn, sum vóru umborð og hugdu at skaðanum, meta, at tað fer í minsta at taka einar tríggjar vikur lagi at gera aftur. Umframt kemur so, at alt skipið, sum tað er, er svart av royki, sigur Pauli Poulsen.
Talan var um ein retur til høvuðsmaskinuna, sum lak olju niður á eitt útsoytsrør. Oljan gjørdist heit, og eldur kom í, er staðfest, sigur Pauli Poulsen.
Teir vóru fýra mans við, tá skaðin hendi.