Eldur í russiskum oljureinsiverkum

- Hetta er eitt rættvíst svar upp á russisk álop - og upp á, at drúgva kríggið dregur út, sigur ukrainski forsetin

Ukrainski herurin hevur rakt eitt oljureinsiverk í Moskva-regiónini í Russlandi. Á Telegran váttar borgarstjórin í Moskva álopið og sigur, at álopið elvdi ikki til fólkaskaða.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur á X, fyrrverandi Twitter, at langtberandi ukrainskar dronur í nátt raktu oljureinsiverkið í Moskva-regónini.

 

- Hetta er eitt rættvíst svar upp á russisk álop - og upp á, at drúgva kríggið dregur út, skrivar forsetin á X.

 

Á myndini stendur svartur roykur upp úr einum ídnaðarøki, sum brennur, og eldurin úr oljureinsiverkinum er sjónligur.

 

Men, tað er ikki bara á Moskva-leiðini, at ukrainski herurin hevur rakt russiskt oljureinsiverk.

 

Reuters veit at siga frá eldi í einari russiskari oljugoymslu í russisku Krasnodar-regónini har suðuri í landinum eftir ukrainskt dronuálop.

 

Russiski Krasnodar-landsluturin liggur vestanfyri hertiknu Krim-hálvoynna. Hetta er oyggin, sum Russland tók frá Ukraina longu í 2014.

 

##med2##

 

Seinnu tíðina hevur Ukraina serliga lagt seg eftir at raka russisk oljureinsiverk og russiskar oljugoymslur.

 

Herfyri váttaði russiski forsetin, Vladimir Putin, at ukrainsku álopini í løtuni ganga útyvir russiska búskapin.

 

Vladimir Putin, forseti