Champions League: Liðið hjá Gunnari fekk keðiligt lutakast

Liðið hjá Áka D. Samuelsen sleppur undan fyrsta undanumfarinum í Champions League

Meðan KÍ í tí stóra og heila kann fegnast um at møta FC Atert Bissen úr Luksemborg, so kunnu Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík iðra seg um lutakastið í fyrsta undanumfarinum í Champions League.

 

Víkingur Reykjavík fekk ringast hugsandi lutakastið. Teir møta ungarska meistaraliðnum, ETO Györ. Tað var niðast á ynskilistanum hjá Gunnari og liðfeløgunum.

 

Fyrri dysturin verður leiktur á Víkingsvøllinum 7. ella 8. juli, og vikuna aftaná verður returdysturin leiktur í Ungarn.

 

Liðið hjá Áka D. Samuelsen, verandi svensku meistararnir, Mjällby sleppa undan fyrsta undanumfarinum, men skulu kappast í øðrum undanumfarinum. 

 

Lutakastið til annað undanumfarið verður í Nyon í Sveis í morgin.