VIDEO: Jóan Símun skoraði gott mál móti Fram

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum KA-Fram 3-4 (2-3)

Á Greifavøllinum á Akureyri tapti liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, KA ígjár í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini 3-4 fyri Fram, ið var á odda 3-2 í steðginum. 

 

Tá Jóan Símun kom á vøllin í 71. minutti var støðan 4-2 til Fram. Í 84. minutti fekk Jóan Símun eina góða sending høgrumegin í brotsteiginum, og hann tók av og sendi bóltin framvið málverjanum, og fyrsta málið hjá honum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið var veruleiki.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum KA-Fram 3-4 (2-3):

 

##med2##